Team Klaksvík flytur upp

Team Klaksvík tryggjaði sær seinnapartin í gjár uppflyting í bestu mansdeildina. Eftir sigurin á næstbesta liðnum hjá StÍF stóð greitt, at einki lið kundi fáa klaksvíkingar aftur á stigatalvuni. Úrslitið varð 31-24.
Klaksvíkingar hava ikki havt lið í bestu mansdeildini síðan fyrst í 90-unum, tá Stjørnan royndi seg millum teir bestu. Fá ár seinni gavst felagið við mannfólkahondbólti.