Útbúgvingarpolitiskt vitloysi

Mikkjal Helmsdal,
Rektari á Føroya Studentaskúli & HF-Skeiði
Limur í Bygginevndini fyri Marknagil

-----
Tveir samgongupolitakarar hava sambært tíðindunum í gjár verið frammi og mælt til at steðga Marknagilsdeplinum og í staðin brúka helvtina av pengunum til at bøta um verandi miðnámsskúlar í Havn og hina helvtina til at útbyggja Fróðskaparsetrið.
Tað er eitt sera vánaligt hugskot at niðurleggja verkætlanina at byggja Marknagilsdepilin og í staðin at nýta 200 milliónir upp á verandi bygningar hjá miðnámsskúlunum í Havn.
Í nógv ár hava miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðarøkinum ligið í andaleypi, tí karmarnir eru so út av lagi vánaligir. Bæði Føroya Studentaskúli og Tekniski skúli í Havn hava í seinastu 30 árini húsast í alt ov trongum og vánaligum umstøðum. Verkætlanir at bøta um hetta eru komnar og farnar seinastu 20 árini. Meðan vit hava bíðað eftir eini avgerð um eina varandi loysn, eru karmarnir bara slitnir enn meira niður, og sum árini eru liðin, er Handilsskúlin nú eisini komin hartil, at karmarnir eru bæði ov trongir og í so ringum standi, at teir um fá ár hava tænt fyri seg.
Eg kundi trivið í drúgvar byggitekniskar frágreiðingar, sum undirbyggja, hví uppskotið at sleppa Marknagilsdeplinum og í staðin nýta 200 milliónir krónur at bøta um og útbyggja verandi karmar hjá miðnámsskúlunum í Havn, er rætt og slætt skilaleyst.
Men eg fari at halda meg til tann stutta og greiða boðskapin, ið kann lesast úr teirri byggifakligu vitan, sum vit í dag hava um bygningarnar hjá okkara skúlum: Karmarnir, sum miðnámsskúlarnir í Havn virka í, eru so niðurslitnir, ótíðarhóskandi og í so ringum standi, at tað vil vera tað sama sum at blaka pengarnar burtur at nýta 200 milliónir krónur upp á at umvæla og útbyggja teir. Líka mikið, hvussu nógvur peningur verður tveittur í verandi karmar hjá tekniska skúla og studentaskúlanum, so fæst ongantíð ein góð ella nýtilig loysn burturúr.
T.d. gjørdi Teknologisk Institut í 2007 eina byggitøkniliga kanning av bygningunum í Hoydølum, og niðurstøðan var, at ein ístandseting við langtíðarnýtslu fyri eyga verður munandi dýrari enn at byggja ein nýggjan skúla. Kanningin vísti eisini so umfatandi bráfeingis brek við bygningunum, at Arbeiðseftirlitið sá tað neyðugt at fara inn í málið. Úrslitið var, at síðani 2008 eru útivið 40 milliónir krónur brúktar upp á høvuðsbygningin í Hoydølum, uttan at annað er fingið fyri pengarnar enn, at umstøðurnar eru akkurát toluligar. Hølini eru framvegis ov trong, bygningurin sum heild niðurslitin og inniumhvørvið ikki frægari enn, at fleiri starvsfólk og næmingar hava læknaváttan uppá, at tey ikki kunnu uppihalda sær har uttan at gerast sjúk.
Karmarnir hjá miðnámsskúlunum í Havn hava verið forsømdir í fleiri áratíggju. Nú ber ikki til at venda aftur og enn eina ferð royna at útseta eina varandi og virðiliga loysn. Tað er eingin vegur uttan um at byggja Marknagilsdepilin.
Í skrivandi løtu eru funnar sparingar í mun til innkomnu tilboðini soleiðis, at byggingin er 70 milliónir dýrari enn upprunaliga ásett í verklagslógini frá 2008. Løgtingið við verandi samgonguflokkum á odda hevur samtykt at útseta verkætlanina í samanlagt 3 ár. Sambært útrokningum hjá Landsverki dýrkar byggingin við 13 milliónum fyri hvørt árið, ið hon verður útsett. Av teimum 70 milliónunum, ið verkætlanin í løtuni liggur omanfyri upphæddina, sum Løgtingið ásetti í 2008, stava tær 39 sostatt frá Løgtingsins egnu avgerðum um at útseta verkætlanina frá 2013, sum er ásett í verklagslógini fyri Marknagilsdepilin, til 2016, sum nú er ásett í íløgukarminum hjá sitandi samgongu.
Hesar 39 milliónirnar eigur Løgtingið eftir mínum tykki at játta verkætlanini. Tær írestandi 31 milliónir krónurnar mugu so sparingar finnast fyri í samstarvi millum bygginevndina, verkætlanarleiðsluna og fyritøkurnar, ið eru knýttar at byggingini.
Men um Løgtingið veruliga tekur ungdóm, útbúgving og miðnámsskúlan í álvara, so hevði tað ikki verið órímiligt, at hesar milliónirar verða játtaðar afturat, so at teimum ungu, sum skulu útbúgva seg í Marknagili ta komandi hálvu øldina, verða tryggjaðir best møguligu karmar. Vit mugu ikki gloyma, at vit byggja ein skúla, sum skal rúma meira enn helvtina av hvørjum miðnámsárgangi í landinum.
At sleppa Marknagilsdeplinum nú og aftur senda miðnámsskúlarnar í høvuðsstaðnum út í fleira áratíggju við vánaligum og ótíðarhóskandi arbeiðskarmum er rætt og slætt útbúgvingarpolitiskt vitloysi.