Útbúgvingar flytast – hóast tær lúka allar treytir

- Hvussu ber tað til, at Bjørn Kalsø kann flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar úr Havn til Klaksvík – og tað av sínum eintingum?

Henda spurning við tingmaðurin Bjarni Djurholm hava eitt svar uppá. Hann fer tí at seta mentamálaráðharranum ein munnligan fyrispurning í hesum sambandi.

Tingmaðurin undrast á, at Bjørn hevur givið boð um at flyta hesar útbúgvingarnar longu frá august mánaði næsta ár, tí eingin parlamentarisk skipan er hoyrd í hesum máli.

Hann vísir til eitt tilmæli um hesar útbúgvingar, har sagt varð fyri tveimum árum síðani, at tær áttu at liggja í Havn.

Í løtuni eru um 300 lesandi á Vinnuháskúlanum í Havn, meðan 25 lesa til skipara í Klaksvík.

- Tað er staðfest, at útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum lúka allar treytir, eru í frábera góðum samljóði við væntanirnar hjá teimum lesandi og vinnuni, og eisini í øllum lutum verða mettar at geva fullan altjóða førleika, vísir Bjarni Djurholm á.