Útbúgvingar í afturgongd

Nógv OECD-lond er við at fáa Danmark aftur á útbúgvingarøkinum Danmark er ikki longur partur av heimselituni, tá tað kemur til útbúgvingarøki. Tað skrivar stóri danski felagsskapurin, LO í einum tíðindabrævi.

Hesi seinastu árini er Danmark farið aftur um fleiri OECD-lond í kappingini um at útbúgva tað unga ættarliðið.

So seint sum í 2003 kundi Danmark reypa sær av at vera millum 10 tey fremstu londini í heiminum á útbúgvingarøkinum. Hendan myndin er nú broytt. Í 2007 høvdu Korea, Portugal, Slovakia, Holland og Russland yvirhálað Danmark, sum tá var dottið niður á eitt 15. pláss.

Enn liggur Danmark eitt sindur oman fyri miðal í OECD, men framtíðarmyndin er ikki ljós. Í árunum millum 2003 og 2007 kundu fleiri av teimum gomlu ES-londunum hátíðarhalda, at 10% fleiri í einum ungdómsárgangi tóku eina miðallanga ella longri útbúgving.

OECD-Londini betraðu seg við 5,7 londunum, meðan Danmark stóð í stað. Hetta staðfestir ein frágreiðing hjá OECD ?Education at a Glance 2009?, sum boðar frá, at munurin millum høgt útbúgvin og lágt útbúgvin lond alsamt minkar.

- Hini londini er blivin betri til at hevja teirra útbúgvingarstøði, og vit hava ikki megnað at hildið fast um okkara støðu, staðfestir Erik Nexelmann, skrivstovuleiðari hjá danska kenslumálaráðnum.

DI - felagsskapurin fyri danskt vinnulív er harmur um, at fleiri OECD-lond hava hálað inn á Danmark á útbúgvingarøkinum.