Útbúgvið fleiri heilsurøktarar

Í Føroyum hava vit umleið 360 heilsurøktarar, og tað er alt ov lítið.

 

Seinastu mongu árini hevur hetta talið verið rættiliga støðugt, hóast fyrstu heilsurøktararnir vórðu útbúnir í Føroyum í 2008, og tað á hvørjum ári verða útbúnir okkurt um 20 heilsurøktarar afturat. Orsøkirnar til, at talið av heilsurøktarum ikki veksur hóast tilgongdin er støðug, kunnu vera, at meðalaldurin er høgur og at heilsurøktarar ofta útbúgva seg víðari innan heilsu- og sosialpedagogiska økið.

 

Tá eg sigi, at tað eru alt ov fáir heilsurøktarar í Føroyum, so kemur tað eisini av, at tørvurin á skikkaðum starvsfólki innan umsorgan og røkt er í støðugum vøkstri í almanna- og heilsuøkinum. Ein orsøk er, at tørvurin á eldrarøkt er støðugt vaksandi. Tað hevur hann verið leingi, eins og kanningar langt síðani hava víst á, at so hvørt sum meðalaldurin veksur, gerðast alsamt fleiri eldri røktartørvandi. Men kortini hevur mann ikki raðfest heilsuútbúgvingarnar við at gera tað møguligt hjá Heilsuskúla Føroya at taka upp fleiri næmingar.

 

Ein onnur orsøk er, at heilsurøktaraútbúgvingin er líka nógv ein sosialpsykiatrisk-, sum hon er ein ellifrøði- og heilsuútbúgving. Hóast okkara arbeiðsmarknaður tykist minka á summum støðum, økist hann aðrastaðni. Vit síggja til dømis, at man velur heilsurøktarar frá í sjúkrahúspsykiatriini,  men velur teir til í sosialpsykiatriini, og tørvurin á heilsurøktarum og øðrum er stórliga vaksandi í Almannaverkinum í takt við at nýggir stovnar leggjast afturat. Og tað er ikki løgið, tí kompetansurnar hjá heilsurøktarum koma veruliga til sín rætt á stovnum og í toymum fyri fólk við sálarsjúkum, tí heilsurøktarin hevur neyðugu bókligu og praktisku vitanina og førleikarnar innan eitt nú sálarrøkt og sálarsjúkur, aktivering og heilivág.

 

Serliga gleðiligt er tað, at leiðslur á stovnum fyri fólk við menningartarni hava sæð dygdirnar hjá heilsurøktarum innan serøkið. Akkurát í mun til fólk við menningartarni er heilsurøktarafakið serliga viðkomandi í samband við aktivering, motivatiónsarbeiði, kropsliga røkt, aldursbroytingar, lívsstíls- og sálarsjúkur og heilivág. Ásannandi at fólk við menningartarni gerast eldri enn fyrr og ofta fáa aldurs- og lívsstílssjúkur umframt sálarsjúkur, so er sjúkufyribyrgjandi- og heilsufremjandi tilgongdin í heilsurøktarafakinum alt meira viðkomandi á serøkinum og vit hava seinastu tíðina upplivað, at talið á heilsurøktarum á stovnunum hjá Almannaverkinum er í støðugum vøkstri.

 

Av tí at tað støðugt verður økt um hesar tænasturnar, er stórur tørvur á at útbúgva fleiri heilsurøktarar.

 

Tað má gerðast møguligt hjá Heilsuskúla Føroya at taka fleiri næmingar inn at lesa til heilsurøktara, tí tað manglar skikkað arbeiðsmegi á serøkinum, í sosialpsykiatriini og eldrarøktini.

 

 

 

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum