Taska og frakki stjolin

Leygarkvøldið varnaðist ein ung kvinna, at onkur hevði verið í so langfingraður móti henni.

Hon var saman við nógvum øðrum til veitslu í ítróttarhøllini á Hálsi, tá hon brádliga varnaðist, at onkur var farin avstað við frakkanum og taskuni.

Um tað er av tilvild ella tað er við fríum vilja, skal vera ósagt, men í fyrsta umfari hevur kvinnan boðað løgregluni frá í teirri vón, at fáa frakka og tasku aftur.