Tarantino giftist 21 ár yngri sangkvinnu

Tarantino giftist 21 ár yngri sangkvinnu

Heimskendi filmsleikstjórin Quentin Tarantino skal giftast.



Brúðurin er 21 ár yngri, enn kendi filmstjórin og hon eitur Daniella Pick. Hon er úr Ísrael og er kend sangkvinna og model.



Tarantino er millum annað kendur fyri filmarnar Pulp Fiction, Kill Bill og Django Unchained.



Tíðindini um giftarmálið eru sonn, váttar Daniella Pick sambært Ynet News, skrivar bt.dk. Og hon leggur afturat, at tey eru sera spent.


Tann 54 ára gamli Tarantino hevur áður sagt, at tíð er ikki til konu ella børn, tí tá hann ger filmar, er ikki annað til í huga hansara. Men nú tykist hetta hava fingið eina vend.