Enn hava vit ikki royndirnar og breiddina hjá íslendska hondbóltslandsliðnum, og tað sást tá samanum kom.
Aftaná ein rættiliga góðan fyrra hálvleiki, ið hvussu er teir fyrstu 22 minuttirnar haltað tað restina av dystinum.
Føroyar vóru aftanfyri 15-19 í steðginum, men endaðu við at tapa 24-39. Men hetta var tann fyrri av tveimum venjingardystum móti einum av heimsins sterkastu landsliðum, og tað góða var, at teir flestu sluppu at royna seg.
Viktor Gísli Hallgrímsson í íslendska málinum bjargaði 18 málroyndum, meðan Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell bjargaðu fimm málroyndum hvør. Haraftrat vóru íslendingar neyvari, og tí vaks munurin so nógv í seinna hálvleiki.
Tað jaliga er tó, at allur fingu høvið at royna seg móti einum krútsterkum liði á útivølli.
Liðini hittast aftur klokkan 17.30 í morgin í Laugardalshøllini, og tá fær føroyska liðið vónandi bitið meira frá sær allan dystin.
Ísland-Føroyar 39-24 (19-15) - Venjingardystur í Laugardalshøllini í Reykjavík.
Føroyar: Óli Mittún 4, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Ísak Vedelsbøl 2, Pætur Mikkjalsson 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Leivur Mortensen 1, Allan Norðberg 1, Hákun West av Teigum 1, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1 og Pauli Mittún 1.
Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell høvdu fimm bjargingar í part.