7. partur
Sum frásagt í seinasta parti sendi Daniel J. Danielsen javnan brøv til bretska missionsblaðið Echoes of Service við frásøgn frá virki hansara í Føroyum, og halda vit í hesum parti áfram við at endurgeva nøkur av brøvunum, sum stóðu í hesum blaði. Vit meta hesi brøv at vera ein part av lýsingini av Daniel.
Tænasta og tørvur í Føroyum
15. desember 1907 skrivar Daniel:
Í mong ár hevur Br. Sloan sáa hitt góða sáið her á oyggjunum og nógv signing er komin burtur úr
Men nú orkar hann ikki so væl longur, tí hann er farin at eldast. Tað er so hart at ferðast hjá honum. Alex Mitchell, sum nú er í Noregi og D. M. Campbell, sum nú er í Danmark, hava arbeitt her fyrr. Tað hevur gingið framá, og nú nærkast samkoman í høvuðsstaðnum teimum 40 fólkunum, og millum teirra eru eisini fleiri, sum tað bragdar í. Í hálvtriðja ár havi eg verið við í hesum verki og ferðast frá oyggj til oyggj. Men tað eru fleiri oyggjar, hagar eg eri boðin uttan at kunna fara orsakað av kostnaðinum.
Vegurin er opin fyri evangeliinum í nærum øllum oyggjum og fólk leingjast eftir okkum. Tað eru nøkur fá trúgvandi í ymiskum plássum, og tey biðja onkran koma at prædika Guds orð.
Tað er mangan harmiligt at síggja, aftaná at long tíð er liðin, hvussu Satan hevur tikið burtur gleðina og einføldu trúnna. Tá hugsað verður um, hvussu trupult tað er at ferðast her uppi, er tørvur á tveimum ella trimum evangelistum.
Mitchell um gamla Sloan
Campbell var í Føroyum 1903-1905. Sloan og hann kendust frá Hetlandi, har teir høvdu hildið møti saman í 1877.
Alex Mitchell var í Føroyum 1890-1899. Hann og Sloan ferðaðust nógv saman. Hann var ikki sørur fyri at duga sjúkraviðgerð.
Her skal eisini endurgevast nakað av tí, sum Mitchell skrivaði í Echoes of Service um gamla Sloan, tá hann var deyður.
Vit høvdu níggju eydnusom ár saman, og tað var ikki ilt orð okkara millum, sum eg minnist. Hann var ein fínur samstarvsmaður, og sera lagaligur at arbeiða saman við. Vit ferðaðust saman, prædikaðu saman, svóvu saman, og enntá brutu breyðið saman nógvar ferðir í einsemi úti í haganum, har eingin annar var til staðar. Kæri Mr. Sloan var ærdur og virdur maður í Føroyum. Hansara vitnisburður var ikki bert eitt eiti. Han gekk áhaldandi í ljósinum, ja, hann veruliga gekk við Gudi. Hann var ein undangongumaður á hesum einsamøllu oyggjum. Hann var tolin, eisini tá tað var mótbrekka, men hansara áhaldandi arbeiði hevur givið góða frukt. Hann vil vera nógv saknaður, ikki minst millum tey trúgvandi kring oyggjarnar. Hann var ein friðarins maður, og honum dámdi ikki ósemjur.
Prædika í dansistovum
27. mai 1908
16. mars fór eg til Suðuroyar og vitjaði hvørja bygd í norðaru helvt. Um Gud vil, taki eg sunnaru helvt seinni. I trimum av bygdunum hevði eg møti í eina viku. Í teirri størstu bygdini varð dansistovan full hvørt kvøld. I Hvalba er ein lítil samkoma, og eg fann tey trúgvandi væl fyri bæði sálarliga og likamliga.
Men onnur vilja ikki koma í teirra hús á møti, so her leigaði eg eisini dansistovuna. Her var stúvað í tvey kvøld, men tá vildu eigararnir ikki lata meg hava hana longur. Vit máttu tá leiga eitt neyst. Har trekti illa og ikki var tað væl egnað, og bert fá komu. Men vit høvdu eina signaða tíð, og Harrin virkaði við okkum. Í triðja plássinum gekk betri at fáa dansistovuna, og her kom eisini væl av fólki, nøkur spurdu um vegin til frelsu.
Síðan eg kom aftur, havi eg sent meira enn 30 bíbliur og nýggjatestamentir til hesi pláss umframt tey, eg seldi á staðnum. Í Føroyum verða bíbliur ikki keyptar at standa í hyllunum. Tær verða keyptar av mongum orsøkum. Summi vilja kanna hana fyri at prógva, at vit eru á skeivari leið. Onnur fyri at samanbera gomlu trúnna, sum fólk kalla hana, við tað, sum vit siga. Men tey flestu leita í henni eftir frelsaranum, og takkað verið Gud, tey sum søkja Hann, vilja finna Hann.
13. apríl doypti eg eina systir úr Vágum, sum arbeiddi hjá einum bakara í Havn. Hon varð beinanvegin søgd úr starvi, men aðrir vegir opnaðu seg fyri henni, og hon frøðist. Ein bróður úr somu oyggj er doyptur seinni.
Tann 16. apríl fór eg út í Hest, har nøkur fá trúgvandi hava verið í fleiri ár og onnur eru komin afturat seinni. Fólkið gav ikki møtinum nógv gætur, men tey kristnu tystu eftir orðinum.
Hvalba var eitt av teimum plássum, gamli Sloan vitjaði longi í 1866. Her kom so eisini ein samkoma, kallað Vitnið.
Gleðin við lýdni
13. desember 1908
Br. Cook kom úr Íslandi og var saman við okkum einar 14 dagar. Vit høvdu eina góða tíð saman og høvdu serlig møtir í Havn. Harrin hevur útvegað mær eitt gott ljósmyndatól við evangeliskum myndum, donskum sangum og nógvum teksti. Eg havi havt nøkur serlig møti við hesi útgerð, har eg havi prædikað evangeliið. Tað kom ein hópur av fólki at síggja og hoyra, og nógv av teimum eru seinni komin til tey vanligu evangelisku møtini.
Seinasta mánakvøld hevði eg ta gleði at doypa tveir brøður úr Sørvági, har nakrir fáir, sum teir fyrstu vóru umvendir seinasta vetur. Nú ein dagin tosaði eg í telefon við ein annan bróður, sum ynskti at verða doyptur. Tað er hjartanemandi at síggja gleðina hjá hesum aftaná, vitandi at tey hava gjørt Guds vilja. Um Harrin bíðar, vænti eg stór ting at henda í komandi døgum. Nógvar dyr vilja lata seg upp fyri boðskapinum. Í fleiri plássum, har eingin arbeiðari hevur verið í eini 12 ár, havi eg nú trygd fyri at fáa høli. Tær smáu samkomurnar mugu eisini verða vitjaðar.
Framvegis framgongd
Í 1909 skrivar Echoes of Service:
Harra Danielsen heldur áfram við síni tænastu at vitja tær ymisku bygdirnar at halda møti, og ein vinur hevur gjørt so væl at senda okkum avrit av brævi, hann fyri kortum hevur fingið frá honum.
Tann lítli bólkurin av trúgvandi á Viðareiði hevur verið darvaður av ov lítlum plássi at halda møti í. Men her er komin ein loysn, og á fyrsta møtinum var fult til dyrnar, og tað var stórur áhugi. Summi spurdu eisini um vegin til lívið.
Í Svínoy var ein stór roykstova í einum bóndahúsum so full, at talarin illa slapp inn, og nógvar bíbliur vóru bílagdar. Á Kirkju vóru ein ung hjún sum frøddust í Harranum. Tey vóru umvend á einum møti árið undan í Havn, tá tey vóru í Havn at siggja kongin. (Tað var kongavitjan í 1907). Tey hava nú eitt litið barn, sum teirra grannar kalla ein lítlan heidning, tí tað er ikki “kristnað”. Her vóru eisini góð møtir.
Eina ferð frammanundan doypti Danielsen leiðandi bróðurin í lítlu samkomuni í Porkeri og eisini konu hansara. Hon var tó so veik, at hon mátti leiðast niður í vatnið, men hon segði aftaná: “Nú eri eg lukkulig. Mær hevði ikki dámað at sæð Harran Jesus andlit til andlit ódoypt, tí eg havi sæð hetta so leingi og havi ikki aktað. Nú kann eg doyggja í friði, nær so Harrin vil at tað skal vera.”
Í einum øðrum plássi doyði barnið hjá einum trúgvandi og ein andakt varð hildin í kirkjugarðinum. Tað er ein nýggj lóg sum loyvir hesum. Frammanundan kundi hetta bert vera gjørt uttanfyri kirkjugarðin, og tá plagdu fólk at siga, at okkara brøður jarðaðu teirra deyðu “sum hundar”. Henda broyting er eitt bønarsvar.
Loysnin á hølisviðurskiftunum á Viðareiði var, at Lina, kona Daniel, arvaði eini hús, sum vórðu nýtt til endamálið.
Taka vit hinar bygdirnar, hann nevnir, kann nevnast, at í Svínoy hevur verið ein virkin samkoma, har Malla og Edvard Jacobsen spældu ein stóran leiklut. Har er eisini salur. Tað er tað eisini á Kirkju.
Ein broyting frá gomlum døgum
25. juni 1910
Síðan eg kom aftur úr Skotlandi havi eg verið í Eysturoynni, har eg vitjaði í trimum bygdum við evangeliinum. Móttøkan var ymisk. Í nøkrum fáum húsum møtti ein andlitum hørð sum marmor, og tey hugdu, sum um tey hildu, at tey kundu gjøgnumfrysta ein. Men eitt vinarligt orð kann ofta broyta hetta andlitsbrá, so vit kunnu leggja eftir okkum eina traktat, og ofta er móttøkan betri næstu ferð. Í øðrum heimum vórðu vit boðin at seta okkum niður. Í øðrum vórðu vit sera vælkomin, og fólk løgdu arbeiðið niður og lurtaðu við andakt. Ofta komu fólk úr grannahúsinum at lurta, og vit høvdu eitt álvarsamt møti í roykstovuni.
Nakað herfyri kom eg aftur úr Sørvági, har tey trúgvandi vóru fegin um at síggja meg, og vit høvdu eina signaða tíð við felagsskapi. Eg hevði nøkur møti og vitjaði í 40 húsum, og yvirhøvur var eg væl móttikin. Nakrar dagar, áðrenn eg kom, var ein systir doypt og fór síðan til Íslands at arbeiða. Henda unga kvinnan varð umvend á okkara seinastu vitjan, beint áðrenn vit fóru til Skotland.
Um nakrar fáar dagar vóni eg at fara í Norðoyggjar og at kunna taka mína kæru konu við at hjálpa mær í arbeiðinum. Sum tit vita er ein lítil salur á Viðareiði, men hann er ov lítil til evangelisk møtir. Mong mugu standa uttanfyri, serliga um veturin. Hetta var eitt íbúðarhús, sum er broytt. Vit fingu ikki loyvi til at byggja nýggjan sal á grundina. Men nú hevur Harrin náðiliga opnað ein veg á ein undarfullan hátt. Eg havi fingið loyvi frá myndugleikunum at byggja ein sal á eini grund mitt í bygdini á einum sera vælegnaðum plássi.
Tað eru nøkur trúgvandi á Viðareiði. Eingin av teimum er enn doyptur, men tvær familjur hava brotið við gamlan sið og ynskja at fylgja Harranum samb. hansara orðum eina. Ein av hesum hevur nevnt eina upphædd, sum hann og konan hava avgjørt at lata til salin.
Fólkið her er vanliga fátækt, men onnur hava lovað at hjálpa til, og sølan av gamla salinum fer eisini at hjálpa til. Hetta verður fjórði salur bygdur í Føroyum innan fyri fimm ár, og brøður í Suðuroy hava eisini ætlan um at byggja ein nýggjan sal. Bert fyri nøkrum fáum árum síðani kundu tú ganga gjøgnum hesar bygdir uttan at finna kristnan felagsskap og uttan at møta einum vinarligum eygnabrái ella smíli, um tú var í Meistarans ørindi. Tað er vissuliga ein stór broyting. Tú fær eina hjartaliga vælkomu og kann njóta kristnan kærleika og kann í einum fittum lítlum sali møta nøkrum monnum og kvinnum, hvørs andlit er upplýst av gleði og heilagum kæti.
Samb. “Men Gud gav vøkst” hjá Sigurd Berghamar eru fyrsti viðingar doyptir í Havn í 1907, 1908 ella 1909. Men eftir hesum at døma kann tað ikki hava verið fyrr enn í 1910.
Tannlæknahjálp sum missión
Her er ein stubbi, sum Arthur Brend skrivaði í sama blað, og sum eisini lýsir umstøðurnar í Føroyum tá. Danielsen og Brend, sum annars var tannlækni, munnu hava arbeitt saman. Í hvussu er fóru teir í 1915 í felag at geva út blaðið Naade og Sandhed.
Brend skrivar:
Síðan mína ferð til Fuglafjarðar, havi eg verið á trimum øðrum ferðum. Tann seinasta var til Eiðis, haðani eg kom leygardagin. Eg var ovfarin av, hvussu nógv fólk vóru á hesum møtum, har áður nóg illa eitt dusin (12) fólk komu. Helst hevur tannlækna- og heilivágshjálpin, sum eg var førur fyri at geva, gjørt ein mun. Eg havi givið yvir 60 fólkum viðgerð. Tá eg kom aftur, mátti eg gista í Hvalvík. Men tá eg ikki kundi fáa innivist har, mátti eg gista í einum neysti. Her mátti eg hoppa fyri at halda meg heitan. Tá eg fór haðani næsta morgun, var ein handilsmaður, sum bjóðaði mær inn, og hann gav mær okkurt at eta saman við heitum kaffi. Eg hjálpti eisini nøkrum sjúklingum, inntil rutubáturin (helst Ruth) kom. Nú vóru øll so forharmað um, at eg ikki hevði havt frægari innivist enn hetta.
Várið er vanliga ein góð fiskitíð, men veðrið hevur tarnað nógv, og 22 mans eru druknaðir í illveðrinum bert í mars.
10. mars gongur Norðstjørnan av Tvøroyri burtur á Føroya Banka við 11 monnum. 12. mars gongur bátur úr Klaksvík burtur við 6 monnum. Hetta er tað vit vita um.
30 møtir á Viðareiði
30. januar 1911
Eg sendi nakrar reglur fyri at prísa Guds fólki, sum í áravís hava biðið fyri hansara verki á hesum einsamøllu oyggjum. Um miðjan desember fóru konan og eg til Viðareiðis, har tað búgva 300 fólk. Her er ein nýggjur salur júst bygdur. Vit byrjaðu eina møtirøð eftir nøkur kvøld við bøn. Eg hevði 30 evangelisk møti umframt onnur møti bert fyri Guds børn. Í summum heimum vóru vit eisini biðin um at hava møti eftir, at vit høvdu fingið ein góðan temunn. Salurin varð viðhvørt yvirfyltur, og ikki havi eg fyrr havt so signaða tíð her. Eitt kvøld reistu fimm seg upp, hvør eftir annan, og vitnaðu um nýfunnu frelsuna. Á hesum møtum vóru tað níggju, sum vitnaðu opið um sína umvending. Nógvar bíbliur eru seldar og mong rannsaka skriftirnar.
Meting av arbeiðinum í summar
11. september 1911
Nú er summarið farið at halla, og vit eru Gudi takksom fyri hansara varðveitslu og fyri, at hann hevur opnað nógvar vegir at røkka mongum plássum við evangelinum. Í summar var ikki stór luttøka á innandura møtum. Tað var øðrvísi við møtum uttandura, og fólk steðga upp og lurta í longri ella stytri tíð. Hetta gevur okkum møguleika at røkka mong, sum ongantíð koma til møti inni. At vitja fólk í teirra heimum hevur verið ein stór signing. Mong, sum ikki koma til møtir, eru fegin um at hava eitt friðarligt prát við eldstaðin.
Í summar hava vit eisini roynt at vitja trúgvandi fólk i fjarskotnum plássum, og søtur er hesin felagsskapur. Í mai og fyrstu helvt av juni vitjaðu vit í Fugloy, Svínoy og Viðoy. Vit høvdu mennandi evangelisk møti í hvørji bygd. Á Borðoynni vitjaði eg tvær bygdir. Í teirri størru, Depil, fekk eg leigað dansistovuna og hevði tvey evangelisk møti. Tað komu ikki nógv fólk. Men tey, eg vitjaði, vóru sera vinarlig. Á slíkum vitjanum ynskja fólk sær Guds orð at lesa. Hetta havi eg ta gleði at geva teimum.
Á Viðareiði fann eg tey trúgvandi lukkulig í Kristusi, og tað gekk framá hjá teimum á Guds vegi. Síðan mítt seinasta bræv eru tvey fleiri frá hesum plássi doypt í Havn, ein av hesum var ein 78 ára gamal maður.
Eftir at hava verið eina tíð í Havn og hjálpt til har, fór eg til Suðuroyar, har eg vitjaði fleiri bygdir. Í Hvalba doypti eg eina unga systir, dóttir ein trúgvandi. Her vóru nógv fólk til staðar, so vit høvdu eitt rættiligt evangeliskt møti í hesum sambandi. Á vegnum aftur til Havnar steðgaði eg í Vági, har tað búgva um 800 fólk. Her høvdu vit, haldi eg, størsta útimøti, eg havi sæð í Føroyum. Fólkið lurtaði erliga eftir Guds orði, og aftaná tóku fleiri í hond mína og takkaðu mær fyri at vera komnan. Summir av vinunum í Porkeri vóru til staðar og váttaðu Harrans frelsumegi.
Fyri fimm árum síðani kundi eg ikki fáa innivist í Vági. Nú eru vit vælkomin og vita um fimm trúgvandi har.
Í morgin vóna konan og eg at sleppa vestur til Sørvágs at halda evangelisk møti har.
Napoleon í Dali fórst við Oliviu
Í 1912 er eitt bræv frá Arthur Brend, har hann greiður frá vanlukkuni við “Oliviu”, tá Poli í Dali við manning gekk burtur. Hetta var ein dyggur smeitur fyri ta lítllu brøðrasamkomuna, tí Poli var ein av hennara fremstu stuðlum. Tað verður eisini nevnt, at Poli var riddari av Dannebrog. Tað kann vera nevnt, at tað júst í ár eru 100 ár liðin, síðani Poli var við til at stovna Mjólkaforsýningina, hvørs søgu vit fara at koma aftur til.
Tvey sløg av veiðu
Síðan skrivar Dollin dagfest 5. Juni 1912:
Tað hevur gingist væl við fiskarínum, men hetta er eitt vandamikið arbeiði. Longu nú eru fleiri, sum við ótta bíða eftir, at teirra kæru, sum tíðliga á árinum fóru til Íslands, skullu koma aftur.
Nógvir av brøðrunum eru fiskimenn, og Harrin hevur givið stóra signing millum fiskimenn. Umborð á nógvum av hesum sluppum verður orðið boðað. Fiskimenn arbeiða ikki sunnudag, og hetta gevur góðar møguleikar hjá teimum kristnu umborð á sluppunum.
Ein kærur bróður úr Norðoyggjum, sum er skipari á eini slupp, kom aftur seinasta túr við góðari veiðu, og við tveimum av manningini sum høvdu vitnað um sína umvending. Vissuliga hevði okkara bróður fiskað væl! Má okkara góði Gud geva hesum brøðrum alla ta styrki, sum krevst til hesa tvífaldu veiðu.
Seinast vit vóru í sunnara partin av Suðuroy, vóru vit sera væl eggjað at síggja, hvussu undurfult Gud hevur opnað dyrnar fyri evangeliinum, sum veruliga hava verið afturlatnar.
Í Vági, har tað búgva 800 fólk, hava vit havt møtir úti, tí tað ikki hevur verið møguligt at leiga eitt høli, sjálvt ikki dansistovuna. Men her er gjørdur ein útvegur. Handilsmenninir og onnur í bygdini hava ein klubba við einum væl innrættaðum sali og øðrum rúmum. Vit hava nú fingið møguleika fyri at leiga hesi høli fyri ein sera rímiligan prís.
Summi kvøld var salurin fullur, og tað vísti seg at vera stórur áhugi. Nakrir av limunum í klubbanum komu á møti, og vit trúgva, at eitt varandi arbeiði er byrjað.
Vit sóu eisini, at tey kristnu í Porkeri bera ein kláran vitnisburð fyri Harran. Vit høvdu eina lívgandi tíð saman við teimum, og evangelisku møtini vóru væl vitjað.
Vánaliga móttøka í Fuglafirði
Seinni í 1912 skrivar blaðið:
Danielsen skrivar um vitjanir til nakrar oyggjar. Sera eggjandi møtir hava verið hildin í Suðuroy, serliga á Tvøroyri og her hava verið tekin um signingar. Tey trúgvandi á Viðareiði bóðu um at fáa vitjan, áðrenn fiskimenninir fóru avstað. Tey vaksa í náði og í kunnleika og ein systir varð doypt.
Fýra evangelisk møtir vóru hildin í dansistovuni í Fuglafirði, men har komu ikki nógv fólk. Her er fólkið sera misnøgt um, at tvær ungar kvinnur haðani vóru doyptar í Sørvági. Hesar systrarnar eru nú fluttar heimaftur og kunnu rokna við atsókn. Tað var ein frøði at hitta eina kvinnu í Fuglafirði, sum var umvend á eini vitjan í Havn, har hon hevði verið á møti. Hennara trúarjáttan hevði órógvað familjuna, sum eins og nógv í Føroyum setti barnadóp í staðin fyri trúgv.
Tað vísti seg at vera nógvur áhugi í Søldafirði, har ein mammubeiggi Daniel, sýslumaðurin D. J. Danielsen, opnar hús sítt fyri møtum. Hann er trúgvandi.
Sigast kann, at var vælkoman ikki so góð í Fuglafirði, so gjørdist hon betri seinni. Her kom jú Victor, systkinabarn Dollan, at búgva við øllum sínum virksemi, og her er nú ein stór samkoma og salur “Siloa”.
Hava roynt at finna fram til nevndu kvinnur. Margretha, dóttir Jógvan og Elsu á Lakjuni var gift við Andreas Samuelsen úr Sørvági. Hetta kundi verið systrar hjá henni.
Um nakar veit nakað meira kundu verið áhugavert at frætt.