Tann yngsti snávaði móti tí elsta

Í fyrsta umfari av Suðuroy International 2006, uppstóð klassiska stríðið millum ungu leyvuna og gamla revin, tá 16 ára gamli Helgi Dam Ziska kiksaði móti aldursforsetanum í kappingini, Bjørn Brink Claussen

talv

Í eini støðu, tá Helgi ikki sá út til at hava stórvegis trupulleikar, kom hann sær út í eina drepandi binding, tá valdi hann eitt skeivt avbýti. Bindingin førdi við sær, at Helgi misti mann og stutt eftir alt stigið móti Bjørn Brink Claussen. Ein keðilig byrjan fyri næsta IM aspirant føroyinga.
Suðuroy International var annars sett í dag á Jóansøku í Vágs skúla av Rana Nolsøe, fyriskipara og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra.
Lutakastið førdi til tvær føroya-uppgerðir longu í fyrsta umfari. Hans Kristian Simonsen, sum vann sítt talv trygt móti Sjúrða Thorsteinssyni, og millum John Rødgaard og John Arna Nilssen, sum tóku av javnleiki, áðrenn talvið veruliga varð byrjað.
Uttan nakran slingur í valsinum streyk ratingfavoritturin og danin Simon Bekker Jensen av stað við tí fulla stiginum móti landsmanninum Per Andreassen.
Tá hjúnini Lenka Ptacnhikova og Omara Salama tóku ein skjótan javnleik sína millum, er støðan í Suðuroy International 2006 nú eftir fyrsta umfar:

1IM Simon Bekker Jensen1/1
1IM Bjørn Brinck Clausen1/1
1Hans Kristian Simonsen1/1
4IM John Arni Nilssen0,5/1
4IM John Rødgaard0,5/1
4WGM Lenka Ptacnhikova0,5/1
4Ísl, Omar Salama. 0,5/1
8FM Per Andreassen0/1
8Helgi Dam Zisk0/1
8Sjúrður Thorsteinsson0/1