Danica Patrick, sum verður mett sum vakrasta kvinnan innan motor-ítróttina, hevur sagt nei takk til at koyra Formel-1 komandi ár. Tað var annars ætlanin, at Danica, sum koyrir Indycar, skuldi vera partur av amerikanska USF1-liðnum komandi ár, men hetta vil frúan ikki sjálv. – Eg vil heldur vera hjá mínari familju og vinum heima í USA, sigur Danica, sum fyri tveimum vikum síðani gjørdist nummar trý í Indy500, ið verður mett sum størsta kappkoyringin í Amerika.