Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
????????????????
Nøkur bygdarfólk og fyrrverandi býarbúgvar liva kátir í heimagjørdari sjálvgóðsku eftir at hava tikið atburðarligu lívsstíls-avgerðina: at flyta út á bygd.
Tær hendingaferðir, eg havi ferðast í bygdarlagnum, havi eg nevniliga varnast ein vøkstur í einum ávísum fólkaslagi; sjálvglaðar, fariseiskar bløkur; ella við at hyggja at lívsstíls-sendingum í sjónvarpinum, av hvørjum Escape to the Country fær gull. (Nei, føroyingar uttanfyri England kenna neyvan til ta aðramáta undirhaldandi sendingina á BBC 2, men er tað at missa kjarnina í málinum. Hon er at finna í tittlinum. Ja, enntá í fyrsta orðinum, "escape".) Um vit nú byrja við byrjanini, ella, sum bygdarfólk høvdu sagt, skera hvalin frá hálsinum, boða tey tær frá hvussu "vit seldu bústaðin inni í býnum og, uttan at taka eykalán, vóru vit før fyri at keypa á hesum vakra, friðsæla bletti".
Síðani geva tey tær eitt herðaklapp og bresta út "vit vita altso ikki, hvussu tú orkar alla hasa ferðsluna og larmin. Meðan tú ert staddur í undirgrundarbreytini í London, eru vit úti undir opnum himni og eyðmerkja ber og fanga síl". Og hvussu alt er so forbankað betri-smakkandi og sunt! "Marjus bóndi støkkur regluliga inn á gólvið við sínum fesku landbúnaðarvørum. Hann spyr, hvat tú kundi hugsað tær, og um tú kundi hugsað tær eitt sindur av lambskjøti, tekur Marjus frískur og ferðugur kvørkratak á lambinum beint har á stovugólvinum; ja, tað gongur so skjótt fyri seg, at konan ikki meira enn klárar at leggja okkurt verjandi á gólvið úr eikiviði", ella, "og hvønn sunnudag fáa allir borg-ararnir í Lykkelykkeleje leskiliga, nýpressaða saft frá fruktgarðinum. Troels tekur sær av hesum vikuliga tiltaki, har hann sjálvandi brúkar alt súreplið og vevur steinin, klunkar av børki, ormarnar og vespur-nar upp í, og tað smakkar ikki nær náminda sum hatta kemiska tilfarið, tit fáa í stórbýnum".
Ikki tí at nakar av bygd veruliga nertir hasa "vistfrøðisligu" skurvblandingina, tá ið tey øll koyra til avbygdarsølumiðstøðir tætt Keypmannahavn sum OBS og Bilka at keypa akkurát ta somu, smakkleysu, viðgjørdu mykjuna, vit onnur drekka.
Og so er tað hetta her við hvussu væl tey eru fallin inn í smásamfelagið. "Síðstu viku savnaðist øll bygdin fyri at hátíðarhalda at posthúsið hevði 30 ár á baki. Tað var so stuttligt, tí vit skuldu øll somul taka lut í eini kapping, har vit slongdu vembur út úr einum heimagjørdum sleingjusessi; og tú kanst bara ætla, hvussu eldhugað, ja, uppglødd bygdin bleiv, tá ið Melinda næstan rakti sálarliga brekaða persónin í bygdini--hon eitur eisini Melinda, altso, ikki "Blinda", men Melinda. Og, veitst tú hvat? Av onkrari orsøk halda vit í bygdini næstan tað sama um alt. Vit hava tær somu meiningarnar, Agga. Til dømis eru vit øll somul glað fyri nýggja barnagarðin. Er tað ikki 'herligt'?".
Tínæst er tað noktanin; at tey ikki missa nakað (síðani tey fluttu út úr býnum). "Um vit vilja hava okkurt "útlendskt", skula vit bara koyra í tveir tímar. Og um Matteus hevur tørv á nøkrum eykalutum til heimavirkið, kann hann altíð rógva út á alnótini ella koyra inn í býin og bíleggja". Men her er okkurt órógvandi mannafíggindaligt í hesum. Við at hátíðarhalda afturtøkuna frá býnum siga nøkur: "Er tað ikki undurfullt ikki at vera nærindis fólki".
Orsøkin til at tað er meira gangur í býnum, at býir eru meira skundmiklir og at tað tekur longri tíð at ferðast og koma fram enn í bygdum, er tí at tað eru fleiri fólk í býnum. Tað er jú nærum flóvisligt skil í hesum: at havna huggreiniligheitina, hugsi eg, er tað sama sum at siga, at fólkaflokspolitikarir ikki kunna vera 'kreativir'. Tá ið 'bygdarlags-umvendingurin' greiður tær frá, hvussu vakurt tað er á teirra "vakra, friðsæla bletti", sigur hann veruliga: "Tú kanst hyggja út ígjøgnum gluggan í fleiri tímar uttan at síggja eitt tað einasta medmenniskja". At síggja hetta sum hugfarsligt, sjálvt "friðsælt", er ikki at virðismeta vakurleika, tað er antin at vera ein bløka í ringum lag ella mentanarsnobbur. Tað er eins neyðarsligt sum at siga: "Eg fór til hetta óveruligani góða ballið í gjárkvøldið ? ikki ein kykur kjaftur har uttan eg. Tónleikurin var ikki hart frá og eg kundi alt fyri eitt vraka allar hasar elektriskt forbankaðu Suede-ljómfløgurnar. Eingin popptónleikur, bara klassiskur. Og hvalaljóð, sjálvandi. Ja, og ikki at gloyma, eg hevði allar pistasiunøturnar fyri meg sjálvan".
Ikki bara hava býir fleiri fólk, ymiskleikin av fólkinum er nógv størri. Ein býur sum London hevur í dag eitt rúmari vav av tjóðbólkum enn New York við tí úrsliti, at býurin hevur eina ovurnøgd av øllum møguligum slagi av mati og tónleiki. Harafturímóti, hvussu listaliga strálandi so nøkur enn halda Gøtu-bygd og Struer vera, vil eg heldur enn gjarna vedda teir tríggjar £5-seðlarnar í reyvarlummanum uppá, at portugisisk kaffihús ella indiskur hampur er ein verulig trotvøra--sum merkir, at uppfatanin av bygdarlívinum sum beinasamari ella fryntligari enn býirnir má vera kvalifiserað.
Líka so væl sum tað eru ríkiligani nógv av trongsýnisfólki og ein riðil av liberalum bygdarfólki, er tað yvirhøvur so, at um tú ert myrkur, asiati ella samkyndur, vilt tú fyrr ella seinni koma til ta niðurstøðu, at London, Keypmannahavn, enntá Tórshavn, er væl "beinasamari" ella "fryntligari".
Og kortini, ein av aðalorsøkunum førdar fram sum tann einskæraða grundgevingin fyri at búgva ella flyta út á bygd er "tað er eitt betri stað at ala upp børn". So tey í Gøtu og Struer fara uttan iva at vaksa fram, ella, sum bygdarfólk høvdu sagt, koma til mans, uttan nakrantíð at hava hildið saman við onkrum við øðrvísi húðarliti, fremmandum ella einum, ið ikki dylur sína samkynd. Á hin bógvin, aftaná 20 ár kringaður av bygdarlívi dugir tú ið hvussu er at síggja mun á fimm ymiskum másasløgum.
Og, gaman í, tað kunna vera nakrir fyrimunir hjá óvitum við at vaksa fram úti á bygd, men tá ið óvitarnir náa kynbúningaraldurin, vil tað vera nokkso ósannlíkt at hoyra teir siga: "Áh, mamma og babba, túsund, túsund takk fyri at vit fluttu út á bygd, tí hvussu stuttligt og áhugavert tað enn er í Tórshavn, Keypmannahavn ella London, kann tað ikki vera líka so gott sum at "hanga út" hvørt ævinliga kvøld uttan fyri CAFE-IN í Norðskála. MUSS-MUSS!"
Tí er tað, at ein og hvør úti á bygd við einum sindri av neista flytur hin vegin--inn í býin. Júst sum Beethoven mátti flyta til Wien má eitt og hvørt evnaligt orkestur flyta til ein bý--og sum er hví, at óevnaligir bólkar sum, ja, Black Panthers, APPARAT og neyðars vilja-vera-øðrvísi-Mold eiga at flyta "hin vegin"!
Túrurin frá býi til bygdarlagið ber vanliga við sær eina afturtøku frá lívinum og ímóti einum borgaraligum útsýni ? hygg bara at teim plássunum, ið fara at atkvøða borgaraligt 20. januar. Eg veit, at tað er vanligt at verða høgrasnaraður sum tú eldast, men frá at skrála "Mao er størstur" til "men nú dámar mær betur at telja páskaliljur og binda summardáa-krans", er av sonnum undrunarvert.