Tann nationalistiski nevndarlimurin

Jørn Astrup Hansen sigur nógv við skili í, men hann hevur grundleggjandi sum missión at fremja áhugamálini hjá danska statinum og bankunum í Føroyum. Støðugt gevur hann fólki fatan av, at Føroyar eru ein týdningarleysur danskur landslutur, sum ikki skal byggja upp egnar landsfunktiónir. Í løtuni situr hann í Eik og vil gera av við Landsbanka Føroya, fólksins einastu vernd mótvegis misnýtslu av fænum í landskassanum og Samhaldsfasta

Uni Arge

Fyrr í tíðini vórðu fólk kallað imperialistar og kolonialistar, um tey komu til eitt hjáland at verja grundleggjandi skipanirnar hjá hjálandaveldinum, t.d. á fíggjarliga økinum. Hetta er kanska nakað langt at fara, tá tað snýr seg um Jørn Astrup Hansen, nevndarlim hjá danska statinum í Eik Banka, men hann líkist meira og meira einum imperialistiskum oddvita, tá hann á niðrandi hátt fremur síni álop á Landsbanka Føroya og kallar fólksins banka dumpaðan.

Fólk hava ofta stutt minni, men so stutt er okkara minni ikki, at vit ikki minnast, at Jørn Astrup Hansen var maðurin, sum sat undir liðini á Henning Kruse Pedersen, nevndarformanni í Finansiel Stabilitet, tá hesin maðurin á tíðindafundi í Eik í 2010 avdúkaði, hann kundi broyta karakter, um føroyskir politikarar ikki fóru í lumman á føroyingum eftir pengum at lofta Eik, so teir báðir kundu sleppa til Danmarkar aftur og har fáa feita samsýning fyri væl avgreitt arbeiði.

Hesin revolvarataktikkurin mótvegis landskassanum eydnaðist tíbetur ikki, tí í Landsbanka Føroya sótu fólk, sum høvdu lært av bankakreppuni í 1992, tá staturin turkaði tapini hjá Den Danske Bank upp í skjúrtufaldin hjá landsstýrinum. Landsbanki Føroya legði seg ímillum aktiónina hjá Jørn Astrup Hansen og Henning Kruse Pedersen og mælti frá, at føroyskir politikarar nurtu Eik Banka. Finansiel Stabilitet var sjálvt komið malandi higar eftir boðum frá tí kroniskt ov seina Fíggjareftirlitinum og kundi sjálvt rudda upp í Eik.

Er tað nakað, sum Jørn Astrup Hansen tolir illa, so er tað ikki at fáa sín vilja. Tíðindafundurin í Eik í november 2010 var eitt merkiligt fyribrigdi. Har sat fyrrverandi forstjórin í Føroya Banka, sum átti at vitað alt um, at umboðar tú statin í Føroyum eftir 1992, so hóttir tú ikki føroyingar, tí annars kemur eldur í. Álvarsliga galið var við metingarevnum hansara hendan dagin. Jørn Astrup læt Henning Kruse Pedersen avdúka seg sjálvan sum ein Dr. Jekyll and Mr. Hyde, ið kundi broyta persónmensku, um staturin ikki fekk sín vilja. Kruse segði:

"Vi opfører os pænt. Det håber jeg, I kan få fornemmelsen af til denne her sammenkomst. Men vi gør det kun kortperiodigt. Det er sådan, at hvis vi ikke får vores vilje, hvis vi ikke kan få gennemført et salg, så begynder vi at skifte karakter. Og så ændrer vi adfærd. Og det er ikke, fordi vi har lyst til at ændre adfærd, men det er fordi vi er forpligtet til at ændre adfærd. Så Finansiel Stabilitet er ikke, med en meget tyk streg under ikke, hverken en god ejer på langt sigt eller en rigtig ejer på langt sigt eller en mulig ejer på langt sigt."

So mong vóru hóttanarorðini, og onki er at siga til, at føroyskir politikarar mundu dottið av stólinum. Men tað gjørdu tey ikki í Landsbanka Føroya. Tey hugsaðu um landsins besta og skattgjaldarans pening. Hvørki Henning Kruse Pedersen ella Jørn Astrup Hansen høvdu hepni við at turka Eik Banka upp í landsstýrið, tí vit í Føroyum høvdu ein dugnaligan vitanarstovn, sum dugdi at gjøgnumskoða teirra bluff. Hetta hevur Jørn Astrup Hansen verið í øðini um síðan, tí hann endaði við at sita eftir í Eik sum nevndarlimur fyri statin. Bad luck, brother!

Tá hann nú mælir til at niðurleggja Landsbankan og kallar hann dumpaðan í Eik-málinum, so er veruleikin beint tann øvugti. Landsbankin var landsstovnur føroyinga, sum røkti fólksins áhugamál, tá Jørn Astrup Hansen vegna danska statin vildi smyrja Eik Banka upp í føroysku skattgjaldararnar. Landsbanki Føroya eigur tí at verða varðveittur og styrktur, so hann framhaldandi kann verja fólksins áhugamál ímóti m.a. donskum nevndarlimum í Eik, ið vilja hava fría atgongd til fæið í landskassanum og Samhaldsfata.