Ein ovurfegin Rakul Herálvsdóttir Kollslíð tekur ímóti høvuðsvinninginum. Síðani lesur hon vinnarastílin fyri áhoyrarafjøldini.
Rakul fær frá dómsnevndini at vita, at hon við beinraknum og nýtum orðum og við einum lívsjáttandi frískleika og einum ungdómsdirvi hevur lýst framtíðarætlanir sínar.
Saman við 704 øðrum næmingum gongur hon í 8. flokki í Føroyum. Hon er partur av hópinum, ið skal taka stórar avgerðir komandi árini. Og tað eru hesi vegamót, Rakul skrivar um. Millum annað í hesum brotinum:
”Eg havi í nógv ár droymt um at ganga á einum virdum og væl kendum universiteti í Englandi, sum Cambridge ella Oxford, tí eg vænti, at skúlar sum hesir hava góðar lærarar og ómetaliga læruríkar tímar. Men eg veit, at fyri at sleppa inn á ein viðurkendan skúla, nýtist ein at hava góð próvtøl og eitt høgt miðaltal.”
Stórur partur av árganginum veit longu nú, at leiðin gongur út í heim seinni í lívinum. Onnur ivast.
Tey hava ynski og ætlanir
Tað er hendan veruleika, vit mugu fyrihalda okkum til. Vit hava hoyrt um fráflytingina upp í saman - og tað av røttum. Tí vit vita, at vit ikki megna at halda ungdóminum í Føroyum. Í øllum rokinum um fækkandi talið á fólki í Føroyum, hava vit ein ungdóm, sum er sjálv fortreytin fyri, at vit megna at hóra undan og skapa vøkstur í samfelagnum. Tey hava ynski og ætlanir, sum samfelagið ikki kann vera fyriuttan. Verkætlanin »Mín framtíð« er ein roynd at geva einum heilum ágangi eina rødd. Ein pall at standa á, so ætlanir teirra røkka út í almenna rúmið.
Tí ungdómurin vísir, meira enn vit kanska geva okkum far um, hvussu okkara felags framtíð sær út. Samstundis eru avgerðir tiknar í dag og í morgin við til at mynda ætlanirnar hjá ungdómi okkara.
Ein drongur, sum ætlar at lesa til lækna, sigur soleiðis í einum stíli:
”Høvdu vit havt góðar skúlar í Føroyum, síggi eg onga orsøk til at flyta av landinum fyri at læra. So hevði eg verði verandi og lært her… At hjálpa fólkum í neyð, fáa eina góða løn og bara at nýta ein bita av tí góða lívinum. Tað er málið. Men um ongin skúli verður gjørdur, og ongin loysn verður funnin, so er man nær um tvungin til at flyta av landinum.”
Samstundis geva útbúgvingarnar, Føroyar bjóða út, úrslit. Ein drongur sigur soleiðis:
”Sjálvur ætli eg mær at blíva verkfrøðingur innan ritbúnað til telduspøl og fari tí at taka fyrsta part av KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum og síðani at lesa víðari í útlandinum. Tá ið eg eri liðugur at lesa, er ætlanin at fáa eitt fyribils arbeiði onkrastaðni, inntil eg havi nóg nógvar pengar til at byrja mítt egna virki, ið fer at framleiða telduspøl.”
At vit hava lyndi til at gloyma ætlanir ungdómsins, tá vit stinga nýggjar ætlanir út í kortið, vísa fleiri á. Millum annað henda gentan:
”Tí haldi eg, at landið hevur skyldu at skapa størri gleði og trivnað millum tey ungu í Føroyum, soleiðis at tey velja at verða her ella at koma aftur higar.”
Stór undirtøka
Við hesum í huga løgdu Føroya Lærarafelag og undirritaðu til brots við eini ætlan, ið hevði til endamáls at geva tannáringum um 14-15 ára aldur eina rødd í almenninginum. Ungdómurin skuldi á breddan og við orðum lýsa framtíðar dreymar og ætlanir.
Lærarar í øllum 8. flokkum í landinum fingu í vár skriv, har teimum stóð í boði at nýta stílevni við heitinum »Mín framtíð« í undirvísingini. Tá freistin at lata inn stílin var úti fyrst í mai, hevði Føroya Lærarafelag fingið sendandi stílar frá 32 ymiskum 8. flokkum úr øllum pørtum av landinum. Hetta tók sjálvt royndar lærarar á bóli.
Lærarin í einstaka flokkinum hevur valt ein stíl út at umboða teirra flokk. Talan er um besta stílin í hvørjum flokki, og tí er endaliga úrslitið ikki umboðandi fyri allar næmingar í 8. flokki, men teir geva eina góða mynd av teimum ynskjum, árgangurin hevur.
Málrættað og framsøkin
Hvørjar framtíðarætlanir hava hesi ungu so?
Ómetaliga nógvar. Tey eru málrættað, framsøkin, umhugsin og stremba høgt. Útbúgving ynskja tey øll. Ein drongur, sum ætlar at lesa til skipara á Vinnuháskúlanum, sigur tað væl:
”Eg síggi ljóst uppá framtíðina. Føroyar eru eitt framkomið land; vit fylgja við, hvat hendir rundan um okkum, og vilja vit verða við í menningini. Tí er tað eisini umráðandi, at vit í Føroyum fáa okkum góðar útbúgvingar og standa um okkara góða land, Føroyar.”
Útbúgving gongur aftur í øllum stílunum. Tey ungu vita eisini, at møguleikarnir at útbúgva seg eru avmarkaðir í Føroyum. Tí er endurgevingin omanfyri eitt undantak. Tey flestu velja útlandið. Millum annað hesin drongurin:
“Eg vil helst taka mína útbúgving í Onglandi, og síðani flyta aftur til mítt elskaða land… Vit mugu nýta náttúru okkara, og framleiða sjálvi. Annars flúgva bæði pengar og fólk av landinum.”
Havsbrúgvin er víðkað munandi samanborið við eldri ættarliðini. Norðurlond eru ikki sjálvsagda staðið at taka útbúgvingina. Ikki færri enn 8 út av 32 næmingum ynskja beinleiðis at lesa í Stóra Bretlandi. Aftrat hesum høvdu nógv tikið partar ella alla útbúgvingina í Føroyum, um útbúgvingin varð boðin út. Ein genta sigur tað soleiðis:
“Um man hevði kunnað lisið til fysioterapeut í Føroyum, so hevði eg kanska gjørt tað, men tíverri er eingin sovorðin skúli ella líknandi í Føroyum.”
Ein annar drongur er meira bersøgin, og mælir hesi orð:
”Bjóðið Fróðskaparsetrinum fleiri pengar til fólk, ið ætla at taka hægri útbúgving, so at landið ikki missir hetta unga fólkið!”
Stílevnið hevur fingið fráflytingina inn í heimið. Og tað er soleiðis, vit í felag kunnu vera við at venda gongdini. Øll hava vit okkara leiklut at spæla. Vit skulu ikki undirmeta ta ávirkan, tilvitanin hjá ungdóminum um fráflytingina hevur á avgerðir teirra seinni í lívinum.
”Eg elski Føroyar, luktin av Føroyum, tryggleikan og tí frísku, reinu luftina. Sjálvt um mær dámar sera væl at vera í øðrum londum, møguliga liggja á eini sandstrond í Spania og sóla mær, og njóta tað deiliga heita veðrið, er onki betri, enn at koma heimaftur. Til Føroyar komi eg heilt avgjørt aftur til.”
Soleiðis tekur ein genta til, tá hon hugsar um, hvar hon skal búgva í framtíðini. Útgangsstøðið er avbera gott. Tað er eingin ivi um, at ungdómurin er góður við landið. Men tað er í sjálvum sær ikki nóg mikið. Men tann áhuga fólkaskúlalærarar, næmingarnir og nógv foreldur hava sýnt stílevninum, ber prógv um, at her er so ómetaliga nógv at berjast fyri.
Øll mugu spæla við
Nógv er longu vunnið, um vit í felag taka á okkum avbjóðingina. Summir stílar nevna løgtingið, og at teirra umboðan er umráðandi partur av loysnini. Tað er púra rætt. Men vit mugu ikki gloyma, at politiska skipanin ikki megnar uppgávuna einsamøll. Øll lið í samfelagnum og allir borgarar hava sín leiklut at spæla.
Uppgávan kann ikki loysast - og verður ikki loyst - av nøkrum øðrum enn føroyingum sjálvum. Ein partur av loysnini er, at vit í verki taka atlit til ungdómin. Nógv eru væl fyri fakliga og hava stórar ætlanir við lívi teirra. Tað eru hesar ætlanir, samfelagið skal lofta og duga at røkja, tí sum ein drongur sigur so rámandi:
“Tey ungu eru framtíðin, og tað mugu vit arbeiða fyri, tí annars detta Føroyar niðurímillum.“
Og ein genta vísir á, at:
”Samfelagið má geva okkum góðar møguleikar til m.a útbúgvingar, um framtíðin skal verða bjørt hjá okkum øllum, tí seinni eru tað vit, sum stýra landinum.”
Tað er væl skilligt, at tey sum ráða fyri borgum í dag, ikki hugsa stórvegis um yngra ættarliðið. Tey greiða ikki atkvøðu á løgtings- og kommunuvalum, og hava ongan almennan pall at leggja fram síni sjónarmið. Men hetta ger tað ikki minni átrokandi at tillaga Føroyar til ætlanirnar hjá ungdóminum.
Ein spurningur, ið er viðkomandi at seta, er, um vit partú skulu lurta eftir ungum tannáringum, sum ikki eru nóg búnir at skilja nútíðar heimin og samansettu tilveru okkara.
Men vit, sum hava lisið stílarnar, eru stórliga bilsin, at ungfólk í 8. flokki hava so stórt samfelagsligt innlit og – hóast enn í eini búningartilgongd – seta fram krøv og vita, hvar tey eru stødd um 5 ár. Onnur vita tað ikki. Og soleiðis skal tað vera. Men til tey finna út av ætlanum teirra, kunnu vit staðfesta, at fráflytingin ikki er fyribils ella hasar av.
Útlongsul
Vinnarin, Rakul Herálvsdóttir Kollslíð, hevur sett sær høg mál. Og hon veit, at kappingin er stór um at sleppa inn á bestu lærustovnarnar. Men áðrenn hon er komin so langt, vil hon fegin taka partar av útbúgvingini í Føroyum. Samstundis kann hon bara staðfesta, at hetta bert er gjørligt í einstøkum førum.
Saman við nógvum øðrum ungum hevur hon ein ómettaðan útlongsul:
”Mær dámar sera væl at búgva í Føroyum, tí familja og vinir altíð eru nær við. Men ein er bert ungur eina ferð, og eg vil gjarna nýta ta tíðina væl og uppliva umheimin við mínum egnu eygum, heldur enn at hoyra um hann frá øðrum.”
Rakul umboðar eitt ættarlið, ið við opnum ørmum fevnir umheimin, men samstundis ynskir Føroyar.
Tað er hetta, vit skulu rætta okkum eftir og duga at fáa sum mest burturúr. Møguleikarnir eru tilstaðar. Vit skulu bara byrja at kappast við londini kring okkum.