Tá tónleikakappingin The Voice verður á sjónvarpsskíggjanum í annaðkvøld, fer 32 ára gamla Tanja Fossdal at syngja.
Tanja Fossdal er ættað úr Vestmanna, men er uppvaksin í Danmark.
Leygarkvøldið fer tann fyrsta beinleiðis The Voice sendingin hjá TV2 av bakkastokkið, og Tanja Fossdal fer at syngja sangin hjá Sia og Flo Rida, ið eitur Wild Ones.
- Eg havi valt tann sangin, tí eg meti, at tá eg syngi hann, kann eg veruliga vísa, hvat eg dugi. Har er power í sanginum, samstundis sum tað onkursvegna eisini er ein sangur, ið talar til kenslurnar, sigur Tanja Fossdal. Hóast hon altíð hevur búð í Danmark, hevur hon ofta vitjað í Føroyum og tosar sjálv eisini føroyskt.
Seinastu vikuna hevur hon brúkt nógva tíð upp á at fyrireika seg til framførsluna leygarkvøldið.
- Eg skal bara syngja í eitt minutt og 30 sekund, so eg má gera tað so gott sum yvirhøvur gjørligt hasa lítlu løtuna, so eg havi vant sangin dúgliga. Harafturat havi eg verið í studionum, har sendingin verður upptikin, og saman við einum koreografi og L.OC. hava vit eisini gjørt eina koreografi til í annaðkvøld, sigur Tanja Fossdal.
Tá hon fer á The Voice pallin í morgin, fara útvið ein millión hyggjarar at fylgja við, men tað er ikki nakað, sum ræðir 32 ára gomlu sangarinduna.
- Studio er ikki serliga stórt, og har er ikki pláss fyri fleiri enn 150 fólkum, meti eg. At næstan ein millión fer at hyggja at mær, haldi eg er nokkso ringt at fyrihalda seg til. Eg vil siga sum so, at eg eri spent, men ikki nervøs, sigur Tanja Fossdal.









