Tamt kjak um fólkaskúlan

Í nærum tríggjar tímar var fólkaskúlan og syndarliga støða hansara ovast á breddanum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Men lítið nýtt kom undan kavi. Rørt varð eitt sindur fólkaskúlagrýtuni, hvørt soð framvegis er uttan saft og kraft

Ongin vil hava leiðarastarvið í Venjingarskúlanum. Føroyska skúlaverkið hevur fingið dumpikarakter í Pisa, og aðalorðaskifti um fólkaskúlan staðfestir, at viljin til broytingar stendur ikki mát við visjónirnar. Tað er við støði í hesum pástandum, at støðan í fólkaskúlan var til viðgerðar á Trapputingi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Til at viðgera hesi álvarsomu evni var eitt pallborð mannað við seks luttakarum, ið hvør í sínum lagi høvdu sítt serliga tilknýti til skúlan.
Hesi fingu hvør sínar fimm minuttir at siga sína hugsan um tey trý ásettu evnini, áðrenn tráðleysa mikrofonin var tendra og handað fundarluttakarunum, sum nýttu høvi at gera viðmerkingar, seta spurningar og bera fram hjartasuff og neyðarróp.

Úr vøggustovu í miðnám
Tað var Lis Mortensen frá foreldrafelagnum Heim og skúli, sum legði fyri. Hon minti á, at skúlin eigur at verða virdur fyri tað arbeiðsplássið, hann er.
– Foreldur og skúli skulu bøta um sambandi og gerast samstarvsfelagar, segði Lis Mortensen, sum eisini nevndi hugtøk álit og ábyrgd í sínum uppleggið.
Eftir hana fekk formaðurin í Føroya Lærarafelag orðið. Magnus Tausen segði, at skúlahugtakið eigur at fevna frá vøggustovu og barnagarð og enda í miðnámsskúlanum.
Hann kom síðani inn á uppgávurnar hjá leiðslunum, sum eru vaksnar munandi við árunum.
– Leiðslurnar røkja ikki neyðugu uppgávurnar og hava eingin tilboð at vísa á, staðfesti formaðurin í Lærarafelagnum.
Eitt sjónarmið, sum Hans Jørgensen, skúlastjóri í Sandavági, tók fult undir við í kjakinum aftaná.
– Mín uppgáva sum leiðari er at syrgja fyri, at lærararnir ikki tosa ov nógv í telefon, at teir ikki kopiera ov nógv og keypa ov nógv egg, segði Hans Jørgensen í síni lýsing av skúlaleiðarastarvinum á Sandavágs skúla.
Magnus Tausen nam eisini við trupulleikan av ógreiða uppgávubýtinum millum land og kommunu – ein problematikkur, sum var havdur á loftið fleiri ferðir gjøgnum kvøldið.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag var tann pallborðsluttakarunum við flest ítøkiligum útsagnum og meiningum. Hann legði eftir Mentamálaráðnum, sum eftir hansara tykki virkaði meiri sum ein bremsa enn ein speedari hjá fólkaskúlanum. Kortini rósti hann Jógvan á Lakjuni fyri hava fingið meiri burtur úr enn undangongu menn hansara, men legði so speiskliga aftrat, at hesir høvdu nú heldur ikki sitið so leingi í sessinum.
Sum tað seinasta í uppleggi sínum helt Magnus Tausen, at vit mugu flyta okkum frá, at tvíhalda um skúlan í heimbygdini, men heldur leggja okkum at hava ein góðan skúla. Prísurin er, at lítli bygdaskúlin ríkur, men tað mugu vit taka við, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Botnurin rokkin
Hanus Joensen var triðja luttakarin, sum fekk orðið. Hann umrøddi trupulleikan við at manna leiðslur. Ein trupulleiki, sum sambært formanninum í Skúlaleiðarafelagnum, hevur staðið á leingi.
– Men við Venjingarskúlanum haldi eg, at botnurin er rokkin, segði hann.
Hanus Joensen kom inn á møguleikan við at lata onnur enn lærarar søkja skúlaleiðara størvini.
– Hetta er ein skeiv leið nú. Heldur eiga vit at gera stjórastarvið meiri avbjóðandi, enn at lata tey til onnur, heldur Hanus Joensen.
Hanus Joensen hevur áður í blaðið okkara greitt frá truplu umstøðunum, sum skúlaleiðarar virka undir, men tað tykist ikki sum um, at Jógvan á Lakjuni hevði lisið Sosialin henda dagin, ella heft seg við tað, sum Hanus Joensen førdi fram aftur í gjárkvøldið.
– Tað undrar meg nógv at eingin søkir stjórastarvið. Tí heiti eg á Lærarafelagið um at reka í rætt, tí har má vera onkur millum teir 700 limirnar, sum kundi hugsað sær starvið, segði landsstýrismaðurin í kjakinum, tá uppleggini vóru av.
Jóan Petur Hentze, aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya, fekk síðani orðið. Hann tók tráðin upp eftir Magnus Tausen og hansara meiningar um skúlahugtakið, sum skal fevna frá vøggustovu og til næmingarnir fara úr miðnámsskúlanum.
– Sum er ansar kommunan eftir børnunum og ger tey skúlabúgvin, men vit sleppa ikki at leiða tey víðari, og hava annars bara eftirlit við bygningum og tilfari, førdi Jóan Petur Hentze fram, sum heldur hetta vera ein trupulleika.
Ábyrgdarbýtið millum land og kommunu var annars tað, Jóan Petur Hentze tosaði mest um, og har var hann ivaleysur í sínum útsagnum.
– At fáa plasera ábyrgdarbýtið er ein fortreyt fyri loysnunum uppá trupulleikarnar, og kommunurnar eru sannførdar um, at tær vilja hava uppgávuna, segði hann.

Vegamót
Teir báðir seinastu, sum fingu orðið, vóru rektarin á Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen, og landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni.
Fyrst nevndi staðfesti, at fólkaskúlin og útbúgvingin eru á einum vegamóti í løtuni.
Hann segði seg í, um teir tríggir framsettu pástandirnir, sum vóru grundarlag undir kjakinum, vóru galdandi á hansara skúla.
Jógvan á Lakjuni vísti á, at pástandirnir vóru í so negativt framsettir.
– Eg eri glaður fyri tað fokus, sum er á fólkaskúlan, og eri glaður fyri PISA-kanningina, tí hon skapti hetta kjakið, segði hann. Landsstýrismaðurin segði eisini, at ábyrgdin av fólkaskúlanum má staðfestast.
Jógvan á Lakjuni vísti at enda á, at í lógaruppskotinum, sum verður lagt fyri tingið í dag, er ein heimild hjá landsstýrismanninum, um at stovnseta skúla til atferðartruplar næmingar.
Í kjakinum aftaná avdúkaði landsstýrismaðurin, at hann hevði havt ein fund við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein privatan skúla í Danmark, Fjordskolen, sum er fyri truplar næmingar. Tað er ein serligur máti, sum Ingvald rekur henda skúla uppá. Hetta er áður umrøtt í Sosialinum, og Jógvan á Lakjuni segði, at honum hóvaði væl henda hátt. Hann visti eisini at siga, at áhugi er fyri ein slíkum skúla í Føroyum.

“Kav-klinkandi” rotið
Samanumtikið ber til at staðfesta, at so at siga alt, sum pallborðið legði fram á Trapputinginum mánakvøldið, hevur verið frammi áður. Áhugavert var, at nú var eitt forum savnað á einum stað, men tað eydnaðist ikki at fáa partar upp ímóti hvørjum ella at koma við nøkrum nýggjum.
Hetta merkti eisini kjakið aftaná, sum kortini innihelt ávís áhugaverd sjónarmið. Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur ger, at eingin eigur svartaper. Alt verður beint víðari og foreldur sita eftir við eini kenslu av, at eingin vil hjálpa teimum. Hetta fekk eina mammu at staðfesta, at systemið var “kav-klinkandi” rotið, sum hon tók til.
Ein onnur mamma, sum eisini kendi seg standa einsamalla í skipanini, tók so hjartans synd í lærarunum, sum ikki sleppa at gera tað, teir eru settir til.
– Lærarar skulu læra børnini, men sum støðan er nú vantar bara, at seingin hjá næminginum verður flutt inn í flokkin eisini, segði hon.
Ein útsøgn, sum fekk ein annan fundarluttakara at siga, at tað tóktist sum um, at besti skúlin var ein skúli uttan næmingar.