Talv OL-2008: 6. umfar: Costa Rica - Føroyar

Eftir frálíka sigurin á Bolivia í gjár - og eftir at menn hava hvílt seg í dag - verður aftur sera spennandi og tøtt uppgerð á skránni mikudagin. Føroyar møta Costa Rica, sum er styrkismett nr. 66, meðan Føroyar er styrkismett nr. 73. Costa Rica er eitt vet sterkari við atliti at meðalstyrkini: Costa Rica 2403 og Føroyar 2364. Sera jøvn lið, har alt kann henda !

Seinast vit telvaðu ímóti Costa Rica var í OL 2002 í Bled. Tá lógu vit omaná við sigri uppá 2½-1½. John Arni, John Rødgaard og Heini Olsen telvdu javnt ímóti ávikavíst Valdes, Pineda og Ramirez. Eyðun Nolsøe vann á Francis. Liðini vóru eisini í 2002 sera jøvn í styrki.

Annars hava Føroyar staðið seg einastandandi væl higartil, nú 3 sigrar eru komnir til høldar 5 tey fyrstu umførini og eittans tvey tap - ímóti mætu talvtjóðunum Armenia og Hollandi.

Samanbera vit við norðurlond v.m.:

1. Rusland, 9. Svøríki, 19. Noreg, 27. Ísland, 29. Finland, 44. Costa Rica, 45. Danmark, 57. Føroyar ! - av 154 londum.

Fylgið telvingini LIVE kl. 14.00 mikudagin, skrivar Talvsamband Føroya.