Talsmaðurin hjá iransku kollveltingarhirðuni, Ali Mohammad Naini, er dripin í einum álopi hjá USA og Ísrael.
Hetta vátta almennir miðlar í Iran í morgun.
Stutt fyri, at boðini um, at talsmaðurin var dripin, varð hann endurgivin fyri at siga, at Iran heldur fram við at byggja rakettir, meðan kríggið gongur.
Útlendskir miðlar skriva, at hetta helst var eitt svar uppá tað, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, frammanundan hevði sagt.
Benjamin Netanyahu hevði nevniliga sagt, at Iran nú ikki longur er ført fyri at framleiða ballistiskar rakettir.
Ali Mohammad Naini hevði eisini sagt, at kríggið fer at halda fram, og at tað verður Iran, sum ger av, nær kríggið endar.
- Okkara fólk vænta, at kríggið heldur fram, til fíggindin er útlúgvaður, segði talsmaðurin hjá kollveltingarhirðuni, sum nú altso er dripin.










