Veðurstovurnar boða frá nógvum vindi um vikuskiftið.
- Veðurstova Føroya sigur, at dagurin í dag verður so nøkunlunda, men í morgin, leygardagin, veksur vindurin út á seinnapartin uppí skrið, 13 til 18 metrar um sekundið.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at sunnudagin verður uppaftur meira vindur, upp í skrið ella storm av útsynningi, 18-23 metrar um sekundið.
- 18-23 metrar um sekundið ljóðar kanska ikki av miklum, men sambært Veðurstovuni kunnu hvirlurnar lættliga fara yvir 30 metrar um sekundið.
Tað er nógvur vindur!
Í kommununi vísa tey á, at nógvar plakatir hanga uppi, og nógv skeltir eru sett upp ymsastaðni í kommununi.
- Longu nú hanga summar plakatir og sveiggja í vindinum. Heitt verður tí á tey, ið hava hongt plakatir og skeltir upp, um at hyggja til hesi og tryggja, at alt er í forsvarligum standi.
Í Tvøroyrar kommunu leggja tey aftrat, at leysar plátur kunnu gera stóran skaða í vindinum.











