New York Times skrivar í dag, at tann hernaðarligi leiðarin hjá Taliban, Mullah Abdul Ghani Baradar, er tikin til fanga í Pakistan. Sambært blaðnum var tað samstarv millum amerikanararnar og fregnartænastuna í Pakistan, sum førdi til handtøkuna.
Amerikanskir talsmenn siga við New York Times, at Abdul Ghani Baradar er tann týdningarmesti Taliban-leiðarin, sum er tikin síðani innrásina í Afghanistan í 2001.
Ein talsmaður fyri Taliban avsannar hinvegin, at Baradar er tikin. Sambært talsmanninum er leiðarin staddur í Afghanistan.










