Taliban í Afghanistan hóttir við at hevna tilburðin, tá ein amerikanskur hermaður myrdi 16 sivilfólk har suðuri í landinum gjáranáttina. Sambært guvernørinum í Kandahard vóru níggju børn ímillum tey 16.
Í einari fráboðan fordømir Taliban teir amerikonsku hermenninar í Afghanistan og kallar teir drápshugaðar villmenn.
USA og Nato hava sagt seg harmast tað, sum hendi sunnunáttina, og Nato sigur, at málið verður kannað til botns. Hermaðurin, sum skjeyt, sigur í varðhaldi hjá amerikanska herinum.










