Talgilt samstarv millum Føroyar og Katalonia

4. februar verður ein samstarvsavtala um talgilding millum Føroyar og Katalonia undirskrivað

Katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, skal 4. februar hitta Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Kristina Háfoss, sum hevur ábyrgd av talgilding í Føroyum og Jordi Puigneró skulu undirskriva eina samstarvsavtalu um talgilding millum Føroyar og Katalonia.  

 

- Memorandum of understanding er eitt slag av avtalu ella yvirlýsing partanna millum. Avtalan orðar nøkur økir, ið partarnir skulu samstarva um í framtíðini. Endamálið er at betra samstarvið partanna millum. Á henda hátt kunnu Føroyar og Katalonia stuðla hvørjum øðrum innan talgilding við at deila royndir og servitan. Hetta kann gerast við felags átøkum, vitjanum og ráðgeving, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Í verkætlanini Talgildu Føroyar verður arbeitt við at menna eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar. Hetta verður gjørt við tryggum dátuflutningi, at menna ein talgildan samleika og tænastuportal, og at føroysku grundardáturnar skulu gerast tøkar, álítandi og ókeypis. Harumframt hava vit góðar KT-skipanir í almenna geiranum, sum m.a. Búskaparskipan Landsins.

 

Katalonia, og serliga Barcelona, eru kend fyri sínar talgildu loysnir, og tey gera nógv burturúr talgilding og tøkni fyri at modernisera Katalonia.