Talgildingin er deyðin ella bjargingin hjá føroyskum

- Myndugleikarnir mugu tryggja, at føroyskt er málið í talgildu miðlunum í undirvísingini, sigur Vár í Ólavsstovu, granskari í talgildum miðlum

Tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógvir talgiltir undirvísingarmiðlar eru á føroyskum, og tað kann fáa sera stórar avleiðingar fyri føroyska málið.


Tað sigur Vár í Ólavsstovu, granskari, við Skúlablaðið

Uttanlands framleiða forløg, ið gera undirvísingarmiðlar, hópin av talgildum undirvísingarmiðlum. Í Føroyum eru vit so smátt byrjað, men enn rúgvar tað, ið er komið, ógvuliga lítið.

- Talgildingin, vit síggja í dag, kann vera deyðin hjá føroyskum, men hon kann eisini verða bjargingin, um vit eru við, tað vil siga, um almennu myndugleikarnir eru við og tryggja, at føroyskt verður málið á øllum miðlunum. Tað kostar, men tað sleppa vit ikki undan, sigur Vár í Ólavstovu.

 

Hon er saman við øðrum í ferð við at granska í, hvussu talgildir miðlar verða og kunnu verða brúktir í undirvísingini.

- Við verkætlanini hevur tað týdning hjá okkum at vísa, hvat vit kunnu fylla í teldlarnar og tøknina, sum er partur av undirvísingarrúminum, sigur Vár í Ólavstovu við Skúlablaðið.