- Tað fríspæl, sum John Johannessen og aðrir hava víst seinastu dagarnar, er ótrúliga langt úti.
Tað staðfestir Hendrik Old, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann átalar harðliga sínar partamenn fyri framferðina seinastu dagarnar.
Tað, hann sipar til, er, tað, sum er hent. Nú Løgtingið hevur samtykt at landskassin skal yvirtaka tað, sum tað kostar at reka undirsjóvartunlarnar.
Tað eru góðar fimm milliónir krónur og áður hava tað verið tunnilsfeløgini, altso tey, sum brúka tunlarnar, ið hava goldið hetta.
- Tann, sum kann fáa sovorðið rok burturúr fimm milliónum, skal bara gevast í politikki beinanvegin, tí hann endar ofta í vási – og kemur ofta at standa eftir sum taparin, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at hann hevur ongantíð verið í eini samgongu, har Javnaðarflokkurin hevur fingið so nógv burturúr.
- Tí er tað langt úti, at John Johannessen og aðrir spæla fríspæl við at atkvøða saman við andstøðuni og frásiga sær ábyrgdina.
- Vit hava eina avtalu um samhaldsfasta og um skattalættan. Tað hava vit vitað leingi so nú er ov seint at fáa kaldar føtur, tí at ágangur er um skattalættan.
Skattalættin er 260 milliónir, men vit taka 160 milliónir inn aftur í samhaldsfasta, sum er eitt risa framstig fyri allar pensjónistar.
- Skattalættin kann so skjótt hvørva aftur, men ongin torir at nerta samhaldsfasta aftur, so okkara partur í Javnaðarflokkinum liggur sanniliga ikki eftir, tí so stórt framstig eru aldrin áður hent í samhaldsfasta, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Àtalar niðrandi orð
Hann vísir á, at hendan samgongan hevur hækkað pensjónirnar munandi. Hon hevur eisini skapt ein hóp av arbeiðsplássum til konufólk á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum, samstundis sum eldrarøktin er munandi styrkt.
Serliga er Hendrik Old harmur um viðmerkingarnar hjá John Johannessen um, at javnaðarflokkurin seldi seg fyri “nakrar grótrúgvur”. Her varð sipað til, at afturfyri at atkvøða fyri at landið yvirtekur raksturin av undirsjóvartunnilin, varð eisini samtykt at ymsir vegir skuldi gerast kring landið.
- Hetta haldi eg eri ógvuliga niðrandi viðmerkingar. Tí er tað nakað, Javnaðarflokkurin hevur lagt dent á, er tað at játta pengar til vegagerðir kring landið. Hetta hevur ómetaligan stóran týdning, tí hetta er mangan einasti møguleiki hjá smáum arbeiðstakarum, uppiløgstum fiskimonnum og øðrum á útoyggj og á smáplássum, at vinna sær nakrar krónur og tað skal ikki niðurgerast, sigur Hendrik Old.
- Eg kann yvirhøvur ikki góðtaka, at hesar játtanirnar fáa so niðurgerandi umtalu, tí hetta er av sonnum góður javnaðarpolitikkur.
Hann sigur, at hann visti tíðliga av ætlanini hjá fíggjarnevndini at flyta raksturin av undirsjóvartunlunum yvir í landskassan.
- Ìstaðin fyri at seta føtur í spenni, vóru vit nøkur, sum sóu hetta sum eitt kærkomið høvi til eisini at játta pening til Strandferðsluna, so at prísurin á ferðaseðlum kann lækka og soleiðis at tað fyri fyrstu ferð í søguni, verður væl bíligari hjá vanligum fólki at sigla við Strandferðsluni.
Hendrik Old sigur, at hetta er politikkur. Politikkur er at fáa onkustaðni og slaka onkra aðrastaðni.
- Tað er mangan, at størri játtanir enn hendan, eru fluttar higar og hagar tann í evstu løtu, áðrenn fíggjarlógir eru samtyktir, sigur Hendrik Old.
- Tí er tað heilt langt úti st skuldseta hvønn annan fyri hetta og hitt, tí tað er ein torfør kabal at ganga upp.
Sí eisini fleirir aðrar greinar um sama mán á internetsosialinum í dag