TAKS virðir ikki fyrisitingarrættin

Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarliga myndugleikin innan økið. Men hóast nevndin hevur tikið avgerð. Og hóast Taks hevur fingið boð um, at henda avgerð skal fylgjast. So noktar stovnurin framvegis at endurrinda mvg, sum er kravt inn uttan lógarheimild

Mvg

 

»Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur tikið eina avgerð, og so leingi, sum henda ikki er broytt við dómi, er rættarstøðan, sum nevndin er komin til, galdandi. Taks má fylgja avgerðunum hjá nevndini...«

Somikið greiður var úrskurður, sum ovasti Skatta- og avgjaldskærunevndin gjørdi tann 26. mars í ár í kærumáli, sum borgari hevði sent, tí Taks noktaði at viðgera umsókn hansara um at fáa endurgoldið mvg av persónbili.

Skatta- og avgjaldskærunevndin gjørdi longu í oktober 2005 úrskurð, har borgari fekk viðhald í, at Taks – táverandi Toll- og Skattstova Føroya – uttan lógarheimild hevði kravt mvg í sambandi við keyp av persónbili. Hetta orsakað av einum lógartekniskum mistaki, sum fevnir um allar nýggjar persónbilar, sum eru keyptir í tíðarskeiðnum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005.

 

Skifta grundgeving

Tann úrskurðurin fekk annan borgara at kæra um líknandi viðurskifti, men Taks noktaði at viðgera málið, vísandi til at stovnurin í løtuni hevur kært líknandi mál til Føroya Rætt, og at eingin avgerð enn fyriliggur í hesum.

Úrskurðurin hjá nevndini frá mars mánaði tvingaði tó Taks at taka málið upp. Men hóast talan er klokkuklár, hevur hetta ikki fingið Taks at fylgja úrskurðinum. Heldur ikki, hóast talan er um úrskurð, ið er sagdur av hægsta fyrisitingarliga myndugleika á skatta- og avgjaldsøkinum.

Tvørtur ímóti, so noktar Taks at geva borgaranum viðhald í málinum. Hesa ferð við tilvísing til, at tað ikki er stovnurin, ið hevur kravt inn meirvirðisgjaldið.

»Taks er av tí áskoðan, at afturgjalding av mvg bert kann koma upp á tal eftir reglunum í §24 í meirvirðisgjaldslógini, te afturgjald frá Taks til meirvirðisgjaldsskrásett virki. «

Við øðrum orðum vil tað siga, at Taks nú sigur, at talan er um mál millum bilasølu og keypara.

Víðari stendur skrivað, at Taks út frá hesum ikki fer at endurrinda av mvg’ið av skrásetingargjaldinum. Men at hetta ístaðin er eitt mál millum borgaran og bilasøluna.

 

Bróta fyrisitingarrættin

Sum ovasti fyrisitingarliga myndugleiki innan økið, er tað Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum ásetur rættarstøðuna í málum innan skatta- og avgjaldsøkið.

Í úrskurði, sum varð gjørdur í nevnda máli í mars mánaði, staðfesti nevndin, at Taks má fylgja teimum avgerðum, sum nevndin kemur til.

Málið, sum er viðgjørt her á síðuni, er meinlíkt øðrum máli, har Taks – eftir boðum frá Skatta- og avgjaldskærunevndini – hevur endurrinda mvg til borgara. Men hóast hetta viðgerð Taks ikki núverandi mál á sama hátt.

Málið, har peningur er goldin, er kært til Føroya Rætt, og í tíðindaskrivi, sum varð sent út í apríl mánaði, sigur Taks, at tey ikki taka undir við, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur heimild til at fastleggja rættarstøðuna í málum, ið ikki eru løgd fyri nevndina til støðutakan.

Við øðrum orðum noktar Taks at góðtaka, at ovasti fyrisitingarligi myndugleikin hevur heimild at fastleggja rættarstøðuna.