TAKS er ein av stovnunum, sum er partur av talgilda postkassanum Mínboks, ið varð almannakunngjørdur fyrrapartin. Nýggi talgildi postkassin letur upp fyri møguleikanum hjá tær at fáa øll brøv frá TAKS send til Mínboks, tín persónliga talgilda postkassa.
-Fyri TAKS er Mínboks eitt nýbrot og fer grundleggjandi at broyta okkara samskifti við borgaran. Leingi hevur verið tosað um pappírsleysa samfelagið, og eftir mínum tykki kann Mínboks veruliga seta ferð á hesa tilgongd. Skipanin er ómetaliga hent fyri borgaran, sum sleppur undan at halda skil á hvørjum einstøkum brævi, tí øll brøv verða savnað á einum stað - í tínum persónliga talgilda postkassa. Mínboks fer eisini at lætta munandi um okkara arbeiðsgongd, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
TAKS er fyrsti millum fleiri almennar stovnar, sum annaðhvørt nýta ella fara at nýta nýggju skipanina at samskifta við borgaran við. Í næstum fer TAKS at senda árligu skattauppgerðirnar út, og hevur tú meldað teg til Mínboks, fært tú skattauppgerðina í talgilda postkassanum og ikki sum eitt vanligt bræv.
-Okkara fyrsta roynd við nýggju Mínboks verður skattauppgerðin, sum verður send út 1. mars. Vilja borgarar hava skattauppgerðina sendandi í talgilda postkassan, er neyðugt at melda seg til áðrenn 1. mars. Vit á TAKS eru spent og gleða okkum at royna nýggja samskiftismiðilin, sum vit vænta okkum nógv av, vísir Eyðun Mørkøre á.
Tað er ókeypis at melda seg til Mínboks. Mínboks krevur, at tú hevur netbanka. Hevur tú netbanka, fert tú inn á mínboks.fo og innritar við tínum loyniorði og meldar til. Hevur tú ikki netbanka, mást tú fáa tær netbanka í einum av peningastovnunum. Tá tú meldar teg til Mínboks, fært tú ikki skjølini við vanligum posti meira.