Taks: Finna ólógligan heilivág hvønn dag

Tað er bert Apoteksverkið, sum hevur loyvi til at innflyta heilivág til Føroya. Men hvønn dag finnur Taks heilivág, sum føroyingar hava bílagt.

- Hóast bert Apoteksverkið hevur loyvi til at innflyta heilivág í Føroyum, so gerst alt vanligari, at fólk bíleggur til sín sjálvs á netinum, og tað gongur ikki dagur, at posteftirlitið hjá Taks ikki kemur fram á slíka vøru. Tí fært tú frá 1. juni sekt, um tú bíleggur heilivág heim til Føroya, sigur Tas

 

 

 

- Verður komið fram á vøru, ið Taks heldur vera heilivág, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður sendingin latin løgregluni, sum setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. Taks kunnar móttakaran um hetta fyrst, sigur Taks. 

 

 

 

Inniheldur postsendingin aðra vøru umframt heilivágin, verður henda vøra útflýggjað, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.