Takksemi

Dýrabiðjudag koyrdu vit ein túr til Vágarnar, vit høvdu okkurt við til leguna í Zarepta.

Richard Danielsen
-----

Legan, sum var í Zarepta hetta dýrabiðudags vikuskiftið, var fyri tey, sum hava brek. Sum eg sat har eina løtu og eygleiddi hesi menniskju, fóru tankarnir at sveima eitt sindur. Eg fór at hugsa um, at tað er eingin sjálvfylgja, at eg havi tann førleika, sum eg havi, tann førleika, sum hesi ikki hava. Tey eru skerd á ymiskan hátt, tey mugu hava fólk hjá sær, sum gera tað fyri tey, sum tey ikki klára at gera sjálv, hesi hjálpa teimum soleiðis, sum nú hvør hevur tørv fyri hjálp, og gott er tað, at so kann vera. Vit eiga at takka fyri, at land okkara er so væl fyri, at vit hava møguleika fyri at hjálpa hesum. Zarepta og tey, sum har stíla fyri og øll tey mongu, sum geva hesar dagar til hesi, eiga eisini stóra tøkk uppborna.

Men, tað er eingin sjálvfylgja, at eg havi hendan førleikan. Eg havi nú livað eitt langt lív og havi kunna arbeitt og klára meg sjálvur, og sjálvt eftir at eg eri pensióneraður, havi eg heilsu til at gera tað, sum eg havi hug at gera, ella føli meg leiddan til at gera, tað er stór náði. Eg má spyrja meg sjálvan: Havi eg takka, sum eg átti fyri hendan frammíhjárætt? Ein danskur sangur, sum vit kenna væl sigur: “Tak er kun et fattigt ord.” Men vit gloyma tí verri mangan at siga takk.

Hvi fekk eg hendan frammíhjárætt fram um onnur. Eg havi einki svar uppá tað. Vit vóru nýggju systkin, umframt ein beiggja, sum var deyðføddur. Hví havi eg fingið tey ár, sum eg havi fingið, meðan hann fekk 0 dag, ein annar beiggi bara 28 ár, mamma okkara 100 ár, og eg kundi blivið við at spurt, men fái einki svar. Viðhvørt verður spurt: Hvi letur Gud hetta henda og hví letur hann hatta henda? Vit fá einki svar. Skulu vit ikki heldur spyrja: Hví var eg spardur, tá ið vannlukkan hendi.

Hitt loynda hoyrir HARRANUM Gudi okkara til, men hitt opinberaða er fyri okkum og børn okkara. 5. Mós. 29, 29a

Tað, sum eg havi mest at takka fyri, er at eg lærdi at kenna, at syndir mínar eru fyrigivnar, tí at Jesus tók tær á seg á Golgata krossi ein myrkan dag. Tann myrki dagurin fyri Hann, tá ið hann rópti: Gud Mín Gud Mín, hví ert tú farin frá mær, ger tað at tað myrkur, sum nívdi meg fór burtur, syndin, sum nívdi meg svann burtur, og eg sá hana ikki aftur. Hetta komið eg ongantíð her niðri at duga at takka fyri, sum eg átti.