– Vit góvu sandoyingum eina nógv betri tænastu – men takkarlønin var, at vit fingu eina rokning frá Skopunar Kommunu.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er framvegis firtin um, at Skopunar Kommuna hevur sent Strandferðsluni eina eykarokning fyri havnargjald fyri Hasfjord, sum varð keypt fyri at bøta um ferðasambandið ímillum Gomlurætt og Sandoynna.
Tað er ein vika síðani, at Strandferðslan boðaði frá, at tað verður neyðugt at hækka prísirnar 175 krónur fyri at føra stórar bilar aftur og fram um Skopunarfjørð. Og tað kom eisini fram, at orsøkin er, at Skopunar Kommuna hevur sent Strandferðsluni rokning fyri havnargjald fyri Hasfjord.
Tað var Jørgen Niclasen rættiliga ónøgdur við – og tað er hann framvegis. Samstundis eru sandoyingar rættiliga misnøgdir um, at prísirnir hækka.
Tá ið Løgtingið umrøddi spurningin hendan dagin, segði Brandur Sandoy, sandoyingur, og tingmaður fyri Fólkaflokkin, at samstundis, sum arbeitt verður fyri at lækka prísin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, arbeiðir Strandferðslan við at hækka prísin um Skopunarfjørð. Og hann heldur at tað er undarligt, at so stórur munur verður gjørdur á borgarum.
Brandur Sandoy heldur, at tað er einki meiri nátúrligt, at skip rinda havnargjald, men tað ber ikki til at hækka prísin í einum øki, og so vænta at fáa undirtøku fyri at lækka prísin aðrastaðni, staðfesti hann.
Sum skilst er rokningin frá Skopunar kommunu upp á 300.000 krónur og løgtingmaðurin helt, at tað er sjálvsagt, at inntøkan hjá Strandferðsluni av at selja Spógvan, sum nú er seldur, verður brúkt til at rinda ta rokningina fyri. Sambært KvF varð Spógvin seldur fyri 265.000 krónur.
Tí væntar hann ikki, at prísirnir fara at hækka – og samstundis heldur hann, at tað veruleikafjart, at nettupp Fólkaflokkurin skal fara at leggja eyka avgjøld á vinnulívið í Sandoynni.
Men Jørgen Niclasen tvíhelt um, at, sum støðan er nú, er tað eingin onnur loysn enn at hækka prísirnir.
– Vit keyptu Hasfjord fyri at bøta um tænastuna og tað rindar skattgjaldarin fyri. Sostatt fingu sandoyingar eina nógv betri tænastu, uttan at tað kostar nakað, men takkarlønin er ein rokning frá Skopunar kommmunu, og tað má Strandferðslan leggja upp fyri, segði hann.
– Tað er ikki rímiligt, at vit fáa eina rokning fyri at veita eina nógv betri tænastu. Síðani 1998 hevur Skopunar Havn kostað landskassanum einar 60 milliónir. Landið rindar enntá fyri at asfaltera havnarlagið, og tá ið grót legst í innsiglingina, rindar landskassin eisini fyri tað, eins og landskassin eisini rindar fyri ferjuskráan. So landskassin rindar at kalla allar útreiðslurnar, segði Jørgen Niclasen.
Men hevur Løgtingið hug at játta Skopunar Kommunu stuðul, kann Løgtingið tað, annars mugu prísirnir hækka, legði hann afturat.