Føroyingar veittu grannunum í útnorðingi eitt lán í teirra svárastu tíðum, og tað merkist, tí Íslendingar hava gjørt sítt ítasta fyri at sýna takksemi. Hannes Kristmundsson, rithøvundur greiðir frá, at lánið var meira enn bara fíggarligur stuðul, lánið var ein moralskur stuðul, ið gevur íslendingum vón.
- Vit hava verið um og spurt um hjálp, men eingin rætti okkum eina hond. Men við eitt komu Føroyar, uttan at vera umbidnar, og veittu okkum hjálp.
Hann og Pétur Hafsteinn Lárusson, sum rekur eitt vakstrarhús fingu hugskotið at sýna takksemi. Uppundir jólini eru altíð nógvar jólastjørnur í vakstrarhúsinum, so teir ynsktu at koma til Føroya at gleða eldra ættarliðið við hesum.
Lágargarður prýddur
Íslendingarnir báðir vitjaðu farna vikuskifti eldrasambýlið Lágargarð í Havn. Sigrun Ørvarodd, ið starvast sum køkshjálp har greiðir soleiðis frá,
- Seinasta leygardag, meðan vit gjørdu salin tilreiðar, bankaði brádliga á dyrnar. Íslendingarnir báðir komu ófráboðaðir við nógvum jólastjørnum. Teir komu har tað var ljós, og ikki gjøgnum høvuðsdyrnar. Tær 16 jólastjørnurnar, reyðar, grønar og ljósareyðar, eru býttar út á eindirnar, tí tað var ein felags gáva.
Hon greiðir frá, at á einum seðli á blómunum var eitt íslendskt flagg saman við Merkinum, sum tekin uppá vinarlag. Okkurt av búfólkunum hevði lagt hetta tilmerkis, og gleddist um gávuna. Hon leggur afturat, at summi av búfólkunum vita so væl til sín, at tey kenna til lánið og hví hendan gávan er komin.
Í alt høvdu íslendingarnir 300 jólastjørnur við sær, ið eru býttar út kring landið.
- Vit kendu bara ein tørv at takka føroyingum fyri hetta, sigur Hannes Kristmundsson.
Fyri búfólkið og starvsfólkið á Lágargarði var gávan kærkomin og ein sonn gleði fyri stovnin.