Takkaði læraranum – hóast hann varð sligin

Karsten Hansen sigur, at tað kom honum væl við í lívinum, at lærarin tvingað hann at skriva við høgru hond

 

– Eg havi takkað læraranum fyri at hava gjørt eina góða ger. Tað fortaldi Karsten Hansen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, fyri løgtingslimum í dag. Og hann sigur, at tað gjørdi hann, hóast lærarin hevði sligið hann.

 

Løgtingið viðger spurningin um, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini og tá fortaldi Karsten Hansen, at tá ið hann fór í skúla, varð hann lámur, men hann slapp ikki at skriva við vinstru hond. Triðju ferð, hann tók blýantin í vinstru hond, varð hann sligin, segði hann.

 

Og hann sigur, at tað gekk ikki meiri enn tríggjar vikur, so skrivaði hann við høgru hond. Hann ásannar, at nú á døgum er tað óhugsandi, at lærarin slær børnini, men tað var gerandiskostur, tá ið hann gekk í skúla. Og sjálvur hann so mikið harðbalin, at tað tók hann ikki skaða av.

 

Men hann segði, at tað varð mangan komið honum til góðar seinni í lívinum, at hann varð tvingaður at skriva við høgru hond, tí úrslitið er, at hann nú dugdi at brúka báðar hendur. Hann segði, at hetta kom væl við hjá honum, tá ið hann fór til skips og varð settur at avhøvda.

 

Tá ið eg var móður í aðrari hondini, skifti eg bara hond, segði Karsten Hansen. Og hann legði afturat, at hann hevði takkað læranum fyri at hava gjørt eina góða gerð.