Takk fyri tær 223

Fari at takka fyri valstríðið og ynskja tykkum øllum, sum vald vórðu, hjartaliga tillukku. Ein serlig heilsan til Jóannes, Gerhard, Helenu, Hans Paula, John og Katrina – alla eydnu í samgongusamráðingunum!

Tað var sera harmiligt, at flokkuirn misti ein mann. Eg eri sera kedd um, at eg ikki fekk møguleika at koma á ting og gera eitt gott arbeiði fyri flokkin og samfelagið, men eg eri sera fegin fyri mínar 223 atkvøður. Ja, so hjartans fegin!Eg vil hervið takka øllum, sum lótu sína atkvøðu til mín til hetta løgtingsvalið.

Eg takki veljarum: Á Argjum, í Fámjin, á Fossanesi, í Fuglafirði, í Gøtu, á Hellunum, í Hovi, í Hvalba, í Klaksvík, í Kollafirði, í Kvívík, í Leirvík, í Oyndarfirði, á Oyrarbakka, í Porkeri, í Runavík, í Sandavági, á Sandi, í Sandvík, á Skála, á Strondum, í Sumba, í Svínoy, í Sørvági, í Tórshavn, á Tvøroyri, í Vági og á Velbastað.

Við javnaðarkvøðu - hjartans tøkk øll somul!