Takið av serskipanir sum skattafrádrátt til sjófólk

Arbeiðsgevarar halda, at allar serskipanir eiga at verða tiknar av

Lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, skal gera av, hvat tú rindar í skatti, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Við Kringvarpið sigur stjórin í Føroya Arbeiðarafelag, at skattafrádrátturin til sjófólk og fólk, sum arbeiða uttanlands, eigur at verða tikin av.

 

Og fiskavirkisskipanin eigur eisini at verða tikin av.

 

– Vit eiga at strika allar serskipanir og lækka lønarskattin, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

 

Tað eigur at vera lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, sum ger av, hvat tú rindar í skatti. Og tað eigur heldur ikki at vera munur á arbeiðsloysisskipanum, siga arbeiðsgevararnir.

 

Hoyr Niels Winther, stjóra í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í útvarpstíðindunum: Trýst her