Útgerðarhavn
Runavík: Tað flaggar á Skipafelagnum og havnarskrivstovuni í Runavík. Veðrið er vánaligt. Tað regnar illa, og vindurin liggur tráur fram við landinum, so fløggini standa væl frá.
Eitt skip liggur og lossar framman fyri pakkhúsinum hjá Skipafelagnum, og teir stóru kranarnir geva eina lítla ímynd av, hvussu tað kanska fer at síggja út, tá oljuútgerðarskipini fara at liggja við bryggjuna í Runavík.
Tað koyrir ein truckur aftur og fram eftir brygjuni. Onkur lossingarmaður stendur inni í pakkhúsinum og kannar eitthvørt konnossement, men annars er lítið fólk at síggja.
Innari við bryggjuna liggja onkrir trolarar og landa. Eisini har eru kranar at síggja, og onkur bingjubilur stendur á bryggjuni. Men mestsum er manntómt kortini.
Vit fara inn í pakkhúsið hjá Skipafelagnum at frætta, hvussu tey fara at gera seg út til eina komandi oljuvinnu.
-Tað fer helst ikki at verða tann stóra broytinginin, sigur Frederik Hansen, sum er deildarlieðari hjá Skipafelagnum Føroyum í Runavík.
Hann sigur, at Skipafelagið fer at gera tað, sum vanligt hevur verið frammanundan, og sum tey duga at gera. At lossa og lasta skip.
Tað verður sjálvandi eitt sindur øðrvísi vøra, enn vit dagliga avgreiða, sigur hann. Og ein broyting verður, at tað kemur ein stóru krani at standa á bryggjuni.
Annars verður tað ikki tann stóra broytingin. Helst verður neyðugt við eitt sindur av fólki aftrat, men tað verður ikki tað nógva, væntar Frederik Hansen.
Hølini, sum fara at verða brúkt í sambandi við oljuútgerðarhavnina, hevur Skipafelagið Føroyar longu í Runavík. Tað ytra pakkhúsið hjá felagnum verður tókt, eins og skrivstovuhøli eru til taks.
Okkurt verður, sum ikki verður lagt inn í pakkhúsið, og sum skilst fer kommunan at leggja eitt øki av til tað. Hetta økið verður gyrt inni, soleiðis at lætt verður at hava eftirlit við tí.
Runavík verður miðdepulin
- Rúnavík fer at verða miðdepulin í Føroyum, nú oljuútgerðahavnin er løgd her inni, metir virkandi havnarmeistarin í Runavíkar Havn, Petur á Roykheyggi.
Hann fegnast um, at Runavík varð tikin fram um Tórshavn, tá oljufeløgini valdu sær havn.
Men hann heldur ikki, at tað er nakað løgið í tí. Tí fjørðurin hevur argumenterað fyri sær sjálvum, sum hann tekur til.
Petur á Roykheyggi greiðir frá, at onkur av »oljumonnunum«, sum hevði verið inni á gólviðnum, hevði hálovað hesum vælsignaða staði. Her er bæði veðurgott og gott pláss, letur havnarmeistarin at.
Vit sita á kommandobrúnni í Runavík. Havin er full av skipum. Nógvir smáir trolarar, sum komnir eru inn fyri veður. Okkurt farmaskip og so okkurt annað far. Eit kort hongur á vegginum, sum vísir, hvussu havnin skal byggjast út í framtíðini. Og tað er pláss fyri eini útgerðarhavn í Runavík. Kilometur eftir kilometur liggur bara og bíðar eftir bryggjukanti, og dýpið er heldur eingin trupulleiki, greiðir havnarmeistarin frá.
So alt í alt heldur hann, at tað var ikki annað enn væntandi, at Runavík fór við sigrinum, tá útgerðarhavnin skuldi finnast.
Petur á Roykheyggi, virkandi havnarmeistari í Runavík, væntar kortini ikki, at nøgdirnar, sum fara at koma um bryggjukantin verða so øgiliga nógv størri, enn tær longu eru, hóast útgerðarskipini fara at koma hendanveg. Men vøran, sum verður løgd upp, verður av øðrum slag enn nú, væntar hann. Hann roknar við, at havnin fer at vinna nakað av pengini burtur úr vørugjaldi, tí tað verður tungur farmur, sum fer at verða lossaður úr útgerðaskipunum.
Handilsmenninir róligir
Eysturoyar Heilsøla er við í samtakinum Atlantic Supplay Base, sum saman við Skipafelagnum Føroyar hevur fingið útgerðarhavnina til Runavíkar.
Áki í Skemmuni, stjóri á Eysturoyar Heilsølu, fegnast um úrslitið. Men hann væntar ikki millióna inntøkur soleiðis beinanveg.
- Tað er sjálvandi við væntaðum inntøkum fyri eyga, at heilsølan er farin upp í hetta, sigur hann. Og eingin ivi er um, at vit fara at royna at vinna ett sindur burtur úr hesum møguleikanum. Men tað er kortini eingin sjálvfylgja, at skipini, sum koma hendanveg, fara at proviantera frá okkum, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er líka neyðugt enn sum fyrr at vera úti um seg og kappast við aðrar fyri at sleppa at selja til oljuvinnuna.
Og Eyðun í Radiobúðini er púra kaldur. Hann sigur stutt og greitt, at Rasiobúðin er til fyri fólkið, sum býr á staðnum, og tað fer hon eisini at verða, hóast oljuútgerðarhavn er komin til Runavíkar.
Sjálvandi fer Radiobúðin at gera tað arbeiðið, sum biðið verður um frá útgerðarskipunum, sigur hann. Men hann leggur dent á, at tað fara framvegis at vera føroysku fiskiskipini, sum fara verða teir stóru kundarnir.
Sum hann tekur til:
»Vanligu fiskiskipini her hjá okkum eru nógv betri útgjørd við tí, vit duga at gera aftur, enn seismikskipini. Tað, sum tey hava umborð er so specielt, at tað hava teir egið fólk at gera aftur kortini.«
So Eyðun Joensen, sum hevur havt Radiobúðina í Runavík í eitt mannaminni, er sannførdur um, at tað verður ikki tann stóra broytingin hjá teimum, hóast oljuskipini fara at liggja undir vindeyganum.










