- Tað er eitt framtíðarsamfelag, vit eru á veg ímóti, at menn upptraðka sum kvinnur og kvinnur upptraðka sum menn, tí tey halda at tað er púra natúrligt.
Tað staðfesti Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum í dag.
Vit eru á veg ímóti einum samfelag, har markið ímillum menn og kvinnur verður viskað burtur og har hugtakið fyri, hvat er ein vanlig kvinna, og ein vanligur maður, hvørvur.
- Tað bíbilska normalitetshugtakið hvørvur, sigur hann.
Hann staðfestir, at fólk skifta navn og so upptraðka tey sum kvinna, ella sum maður, alt eftir hvussu tey føla seg frá degi til dags og í USA eru frískir menn lagdir undir skurð fyri vita um teir hava lívmóður.
Hann hevur akkurát verið í Íslandi á fundi í Norðurlandaráðnum, og har var ein maður frá Ungdommens Nordiske råd, ílatin sum kvinna.
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at tað er henda ónormala framtíðin, vit stevna ímóti, sum Miðflokkurin skal stríðast ímóti.
- Og vit vera ikki arbeiðsleys, leggur hann afturat.









