Vil samgongan ikki bakka, fer Javnaðaflokkurin nú at taka seg úr politiska samstarvinum um at gera eina nýggja pensjónsskipan
Tað gjørdi flokkurin greitt á landsfundinum hjá flokkinum um vikuskiftið.
Javnaðarflokkurin vil, at Samhaldsfasti skal krumtappurin í eini framtíðar fólkapensjón.
Samstundis sigur flokkurin, at skulu vit hava eina nýggja pensjónsskipan, má talan verða um eina pakkaloysn, har øll tey viðkomandi uppskotini verða løgd fram ísenn.
Tí mótmælir flokkurin, at samgongan nú pilkar eitt einstakt mál burtur úr og hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja øllum løntakarum at rinda 15% av lønini eil eina pensjónskipan, uttan at greiði er fingin á leiklutinum hjá Samhaldsfasta, útgjaldspartinum, mótrokning, pensjónsskatting og pensjónsaldrinum.
Javnaðarflokkurin ger samstundis púra greitt, at setir samgongan tvingaðu uppsparingina í verk, er flokkurin ikki longur við í samstarvinum um pensjónsnýskipan.
Grønar og rættvísar Føroyar
Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri einum rættvísum og grønum samfelagi.
Hetta er høvuðsboðskapurin á landsfundi floksins, sum hevur verið í Havn um vikuskiftið.
Javnaðarflokkurin setir sær sum mál, at øll hús og allir bygningar skulu hitast upp við grønari orku.
Tøkniliga menningin hevur við sær, at longu í dag loysir tað seg betri at hita hús og bygningar við grønari orku. Við dýra og alsamt hækkandi oljuprísinum, er vandi fyri at samfelagshjólini steðga.
Á fiskivinnuøkinum er tað ikki besta hugskotið, ið vinnur, men sterkasta lobbyarbeiðið. Stríðið um toskin á Flemish Kap er tekin um eina sjúka skipan.
Samstundis álegði landfundurin tingmanningini miðvíst at virka fyri, at heildarætlanin um fólkafráflyting og fólkavøkstur verður framd í verki.
LES EISINI GREININA: Vit skulu byggja tunlar við skili
LES EISINI GREININA: Javnaðarflokkurin útihýsir samgongu við Fólkaflokkin