Taka nummarplátur av 624 bilum

Akstovan hevur latið løgregluni 624 mál, har løgreglan skal taka nummarplátum av bilum

Akstovan hevur í gjár latið politistøðunum kring landið 624 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2025.

 

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.