Taka frástøðu frá sjónarmiðum Gerhards

_ Javnaðarflokkurin tekur frástøðu frá sjónarmiðum Gerhards Lognberg, tá hann m. a. sigur, at hann ikki hevði viljað sett ein samkynd í starv

ORÐASKIFTI

_ Starvsnevndin í Javnaðarflokkinum hevur á fundi í dag viðgjørt greinina hjá Gerhardi Lognberg í bløðunum, har hann m. a. nevnir, at hann sum skúlastýrislimur ikki hevði sett ein samkyntan í starv, var hann frammanundan kunnaður um hetta.
Soleiðis segði Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi í gjár.
_ Starvsnevndin tekur frástøðu frá hesum sjónarmiðum, tí sjálvandi skal eingin borgari í hesum landi verða forðaður í vinnumøguleikum, hvørki av hesari ella aðrari ósakligari grundgeving, sigur Javnaðarflokkurin, hvørs starvsnevnd er av teirri fatan, at tað skal vera rúm fyri øllum borgarum í Føroyum.
Røddir í Javnaðarflokkinum hava verið frammi um, at Gerhard Lognberg skal noyðast at taka orðini aftur, men tað ætlar hann ikki.
Løgmaður segði við bæði útvarpið og sjónvarpið í gjárkvøldið, at málið nú var avgreitt á tann hátt, at Javnaðarflokkurin tekur frástøðu frá nevndu sjónarmiðum, og at meira ikki verður gjørt við málið.
Og flokkurin ger ikki meira við málið.
_ Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur fund aftur hósdagin, og hatta málið er ikki á skránni, sigur skrivari Javnaðarfloksins, Jens Johan Dam.
Gerhard Lognberg sigur í lesarabrævi á síðu 10 í blaðnum í dag, at hann fer at taka orðini í seg aftur.
_ Løgmaður vísir á frælsi í flokkinum, hóast hann als ikki er samdur við mær, og tað góðtaki eg eg fult út, sigur Gerhard Lognberg, man hann tekur ikki orðini í seg aftur.
_ Sum eg skilji á úttalilsum frá floksfeløgum, so eri eg borin til altarið, klárur at ofra. Tað verður so ein avgerð, um onnur enn eg skulu taka. Men mínar meiningar, tær kann so í hvørfall eingin taka frá mær, sigur Gerhard Lognberg