Taka fleiri túsund krónur frá fólkapensjónistum

SKERDIR PENSJÓNISTAR Skerjingin, sum samgongan nú ætlar at seta í verk ímóti fólkapensjónistunum, kann als ikki góðtakast, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum

Verður hetta gongdin, endar tað við, at pensjónistar í Føroyum koma at liva í lutfalsligum fátækradømi í ”vælferðarsamfelagnum Føroyum”.
Landsfelagið hjá pensjónistunum fordømir nýggjastu ætlanina hjá samgonguni um at strika automatisku hækkingina upp á 3% av fólkapensjónini, soleiðis sum ætlanin nú er.
Ingrid Henriksen, skrivari hjá pensjónistunum, hevur lagt ætlanina hjá samgonguni fyri landsnevndina hjá pensjónistunum og har er niðurstøðan, at tað kann als ikki góðtakast, at ABC samgongan nú frystir fólkapensjónina fasta
- Lønir og vøruprísir hækka ár undan ári, og tí eigur fólkapensjónin sjálvsagt eisini at verða hækkað við einum rímiligum prosentsatsi, ið avspeglar løn- og prísgongd í landinum, sigur hon.

Ikki hækkað í 11 ár
Landsfelagið hjá pensjónistunum vísir á, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður ikki dagførd og sostatt hevur grundupphæddin í fólkapensjónini staðið í stað síðan 1999, altso hesi seinastu 11 árini.
- Hetta er ein gongd, sum er óhoyrd í norðurlondum, har grundupphæddin og viðbøtur hækka við ávísum satsi hvørt einasta ár.
Síðani 1999 hevur grundupphæddin í Føroyum verið 4.169 kr. um mánaðin til støk og 3.313 kr. um mánaðin til gift. Hinvegin er danska grundupphæddin nú komin upp á 5.448 krónur um mánaðin til ávikavist gift og støk.
- Í staðin fyri at fastfrysta fólkapensjónina næstu tvey árini, eiga landsins myndugleikar at dagføra bæði viðbøtur og grundupphædd við hóskandi prosentsatsi, ið avspeglar løn- og prísvøkstur í føroyska samfelagnum.
- Serstakliga eigur grundupphæddin uttan drál at verða dagførd, so hon avspeglar ta peningaupphædd, sum hvør einstakur persónur má hava til taks til mat, klæðir og líknandi útreiðslur, sigur landsfelagið hjá pensjónistunum.

Nógvar skerjingar
Landsfelagið hjá Pensjónistunum vísir á, at seinastu tvey árini hava fólkapensjónistar verið fyri stórum príshækkingum og skerjingum og tað biðjur felagið politikarar leggja sær í geyma.
Tey nevna, at egingjaldið fyri heimahjálp nógv hækkað. Hetta samanbera tey við í Danmark, har varandi heimahjálp er ókeypis.
Eitt egingjald upp á 500 krónur er lagt á hjálpitól og kostnaðurin at búgva á eldrasambýli er nógv hækkaður.
Harumframt er lægsta egingjaldið fyri heilivág er hækkað frá 800 kr. árliga til 1.195 krónur um árið.

Fleiri skerjingar á veg
Landsfelagið hjá pensjónstunum vísir á, at umframt tær skerjingar, sum eru gjørdar í livikorunum hjá pensjónistunum seinastu árini, eru enn fleiri skerjingar á veg.
Tey vísa á, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er júst komin við lógaruppskoti, ið leggur upp til, at fólk yvir 18 ár, hálønt sum láglønt – eisini lágløntir fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar – skulu gjalda brúkaragjald upp á 2.000 krónur fyri hvørt hoyritól frá tí almenna ella 4.000 krónur fyri hoyritól til bæði oyruni Tey samanbera hetta við støðuna í Danmark, har bæði hoyritól frá tí almenna og battarí til hoyritól.
- Gongdin, sum er nú við hækkaðum egingjøldum fyri heimahjálp, umframt ymsum brúkaragjøldum og egingjøldum á eldra- og heilsuøkinum, er sera ódámlig og órógvandi, sigur landsfelagið hjá Pensjónstum.
- Løgtingið eigur ikki at halda fram at skerja almennu vælferðina og inntøkurnar hjá lágløntum fólkapensjónistum og øðrum láginntøkubólkum við brúkaragjøldum og skerjingum, sigur Landsfelagið.

So nógv missa pensjónistarnir

Her er ein uppgerð yvir, hvussu hart tey nýggjastu tiltøkini hjá samgonguni raka pensjónistarnar. Tað sæst, at næsta árini missur ein stakur pensjónistur 1.356 krónur og í 2102 missur hann 2.752 krónur.
Sostatt ger broytingin, sum samgongan nú ætlar at seta í verk, at í 2012 verður ein stakur pensjónistur 4.108 krónur fátækari enn hann er í dag
Ein giftur pensjónistur missur tilsamans 2.999 krónur hesi bæði næstu árini.
Tað er Landsfelag Pensjónistanna, sum hevur sett roknistykkið upp.

STØK
Missur av pensjónsviðbótini: 37.884 kr. x 3 % = 1.136 kr.
Missur serligari viðbót/oljuviðbót: 7.344 kr. x 3 % = 220 kr.
Sostatt er skerjingin í 2011: 1.136 kr. + 220 kr. = 1.356 kr.
Skerjing í 2012: 1.356 kr. + 1.170 kr. + 226 kr. = 2.752 kr.

GIFT
Missur av pensjónsviðbótini: 29.328 kr. x 3% = 880 kr..
Missur av serligari viðbót/oljuviðbót: 3.672 x 3% = 110 kr.
Skerjing í 2011: 880 kr. + 110 kr. = 990 kr
Skerjing í 2012: 990 kr.+ 906 kr. + 113 kr. = 2.009 kr.
Les eisini greinina: Tak frá okkum og lat hini frá frið og greinina: Pensjónistar ov dýrir fyri landskassan