Alment hátíðarhald og framsýning verða Kristi himmalsferðardag 13. mai klokkan 17, tá nýggja fimleikahøllin á Tórsvøllini í Havn, Fimi, verður tikin alment í nýtslu.
Í sambandi við hátíðarhaldið fara borgarstjórin, formaðurin í mentamálanevndini og umboð fyri Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið at flyta fram røðu, og felagssangur verður. Eisini fer Havnar Hornorkestur at spæla. Aftaná verður fimleikaframsýning.
- Kaffi, te, frukt og smákøkur verða at fáa - og øll eru vælkomin, heilsar Tórshavnar kommuna.