Tað vil løgmaður helst gloyma

- Tað hevur gingið okkum væl sum fólk. Øll hava arbeiði, og tað er vøkstur í búskapinum. sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.

- Tað hevur gingið okkum væl sum fólk. Øll hava arbeiði, og tað er vøkstur í búskapinum.

 

Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, um gongdina í 2014.

 

Hann vísir á, at íløguhugurin er stórur, og útflutningurin er met høgur í løtuni.

 

Spurdur, hvat hann minnist best í árinum sum fer, sigur løgmaður, at tað er trupult at taka nakra einstaka hending fram.

 

- ES-boykott og loysnin av hesum, Ruslandsvitjanin, fríhandilssáttmálin við Turkaland, granskingaravtalan við ES - og avtalan um eldraøkið út til kommunurnar. Hetta er nakað av tí, eg fari at minnast árið 2014 fyri.

 

Løgmaður sigur, at hansara størsta persónliga uppliving á ítróttarliga økinum var at spæla við 1. deild nakrar dagar, áðrenn hann fylti 50 ár.

 

- Politiskt var tað eisini ein stór hending at undirrita sáttmálan við Turkaland.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at persónliga vil hann læra av teimum feilum, hann hevur gjørt í árinum.  

 

Men, er tað nakað, sum løgmaður vil gloyma?

 

- Eg vil helst gloyma tað sera vánaliga veðrið, tá vit súklaðu úr Danmark til París.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hansara ynski er, at tað gongur okkara landi og fólki væl - og at færri fólk hava brúk fyri "Í menniskjum góður tokki" næsta ár.