Tað verður dýrari at koyra bil í Føroyum

Eitt av tiltøkunum, sum nýggja landsstýrið ætlar at fremja til tess at fáa fleiri pengar í landskassarn, er at leggja eitt gjald á tey, sum koyra bil

Eitt av tiltøkunum, sum nýggja landsstýrið ætlar at fremja til tess at fáa fleiri pengar í landskassarn, er at leggja eitt gjald á tey, sum koyra bil.

 

Sum in.fo skilir, er talan um eitt gjald á bensins og diesel – ella á vegskattin. Munurin er tann, at um gjaldið verður lagt á vegskattin, so verður tað javnt býtt millum øll, sum eiga bil. Verður tað hinvegin lagt á brennievni, so verða tað tey, sum brúka bilin nógv og sum dálka umhvørvið, sum koma gjalda.

 

Ætlanin er at fáa 20 milliónir krónur inn við hesum gjaldi.