Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og í morgun og tí avlýsti Smyril til til Havnar, og av Havnini aftur í morgun.
Men skiparin, Marius Hansen, sigur, at nú er vindurin avhæsaður aftur og tí fer Smyril aftur í sigling. Hann fer at Krambatanga nú klokkan 14, og suður aftur av Havnini klokkan 19 í kvøld.
Skiparin sigur, at tað var so nógvur vindur í morgun, at tað var ikki hugsingur um at fara til Havnar. Tað vil siga, at tað er góð ætt, so tað eru fínastu líkindi at sigla.
Men tað er so trongt inni í Tórshavnar Havn, at tað var ikki ráðiligt at fara inn um molan í hesum veðrinum. Har er lítið at geva av ov vindurin var upp í 25 metrar um sekundið í miðal og upp í 35 metrar í hvirlunum.
Skiparin sigur, at Ternan lá í Havn, men tað stóð so nógv á, at hon slapp ikki frá. Hann sigur, at undir slíkum umstøðum eru tað óráð hjá Smyrli at fara inn um molan í Havn. Hann sigur, at á Krambatanga vóru tær harðastu hvirlurnar 44 metrar um sekundið í morgun.
Heldur ikki Norrøna er sloppin at bryggju fyri veður, hvørki í Havn ella í Kollafjørði, so hon hevur ligið eystan fyri Nólsoynna og kroka síðani eina ferð í gjárkvøldið, men kemur inn á Havnina klokkan 17 í dag.