Heini Havn Magnussen,
Valevni fyri Fòlkaflokkin ì Havn
--------
Kommunan hevur ikki einans til uppgàvu at byggja barnagardar, ellisheim og skùlar – Kommunan mà eisini àvirka soleidis, at tad sum vit hava ì kommununi, mà vera verdandi ì kommununi!
Tad hevur verid sjòn fyri søgn, at hvørjaferd lokalpatriotiskir bygdamenn vera valdir ì løgting og landstyri, so skulu stovnar og tænastur flytast ÙR Havnini, til ta bygd ella oyggj sum vidkomandi landstyrisfòlk koma frà, og hesin galskapur mà stedgast. Væl eru øll vitandi um, at landspolitikkur og kommunalpolitikkur onki hava vid hvørt annad at gera ì slìkum førum – men kommunan skal àvirka soleidis, at allir karmar og facilitetir eru betri ì Havn enn nakra adrastadni, fyri at gera støduna meira tørføra at flyta nakad ùr Havnini. Tad hevur alt at siga fyri Havnina, at vit vardveita tey arbeidsplàss sum eru, og at vit framyvir eisini eru vid, tà tad kemur til nybyggingar av skùlum o.ø. ætlanum, sum landid skal byggja.
Vit mugu altìd hava økir klàr til slìk høvi, og vit skulu altìd vera kappingarfør à øllum økjum. Tad haldi eg at Tòrshavnar kommuna hevur skyldu til at gera, og vit mugu fyri alt ì verdini ikki lata fleiri ørvitisfiskar flyta fleiri arbeidsplàss ùt ùr kommununi – bara fyri at flyta !
Vit skulu standa sterk og verja Havnina og kommununa sum heild, tì onki sum àdur er flutt ùr Havnini, er blivid betri av flytingini – heldur tvørturìmòti !