Tryggleiki hevur stóran týdning fyri íløguhugin og fyri møguleikarnar at fáa fígging til íløguna og raksturin. Tað staðfesta tey í Fólkaflokkinum.
Og tey halda eisini, at tey vita, hvat skal ti fyri at skapa tryggleika, og sostatt fer Fólkaflokkurin nú at leggja uppskot fyri løgtingið við tí endamáli at leingja tíðina, fiskiloyvi eru í gildi
Hetta var eisini ætlanin hjá seinastu samgongu, men av tí at løgmaður skrivaði út nýval í úrtíð, fall uppskotið hjá táverandi landsstýrismanni, Árna Skaale, burtur.
– Tað er umráðandi, at fiskivinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir, sigur Fólkaflokkurin. Tey siga, at tað er sjón fyri søgn, tí síðani vit fingu eina nýggja fiskivinnulóg í 2019, eru stórar íløgur gjørdar í nýggj og framkomin fiskiskip.
Tá vóru fiskiloyvini galdandi í 12 ár, men á hvørjum ári skuldi landsstýrismaðurin kortini leggja uppskot fyri Løgtingið um at leinga fiskiloyvini, so at tey altíð vera galdandi 12 ár fram.
Men Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur boðað frá, at hann fer ikki at leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið – og sostatt eru fiskiloyvini galdandi í 11 ár afturat – og næsta ár verða tey galdandi í 10 ár afturat, o.s.fr.
Fólkaflokkurin sigur, at tá ið loyvini hinvegin vórðu søgd upp í 2007, vórðu ongar nýíløgur gjørdar. Sostatt fóru skipini at eldast. samstundist sum at reiðarar fóru at keypa eldri skip.
Úrslitið varð, at føroyski fiskiflotin fór frá at vera tann besti og mest framkomni til at verða ein afturúrsigldur floti við lítlum og ongum nýíløgum.
– Tað má ikki henda aftur, sigur Fólkaflokkurin. Tryggleiki hevur stóran týdning fyri íløguhugin og fíggingarmøguleikarnar. Tað er neyðugt, at vinnurekandi kenna treytirnar, tey virka undir, leggja tey afturat.
Tey vísa á, at tey nýggju skipini eru ikki bara effektivari, tey brenna eisini minni olju og tað hevur stóran týdning, tá ið hugsað verður um føroyskan fiskivinnupolitikk í framtíðini,
– Skulu vit lækka oljunýtsluna, mugu vit fara har, oljunýtslan er størst og tað er í fiskivinnuni, sigur Fólkaflokkurin.
Verður gildistíðin ikki longd, kann tað hava við sær, at Føroyar aftur fara at flyta inn eldri skip, sum brenna meira olju - tað er ikki ein gongd leið, leggur flokkurin afturat.