Tað ljóðar spennandi at vera løgtingsmaður

Ungdómurin er ikki serliga áhugaður í politikki og tí er tað gott at hava eitt ungdómsting

Tað er umráðandi at hava ungdómsting, tí tað er sæst rættiliga væl, at ungdómurin er ikki serliga áhugaður í politikki.

 

Tað heldur, Magnus Heinason Eysturoy, sum gongur á Venjingarskúlanum.

 

Mánadagin og týsdagin verður Løgtingið gjørt um til eitt Ungdómsting, har 32 næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, fáa høvi at royna seg sum løgtingsfólk við øllum tí, sum tað ber í sær.

 

Ein av 32 næmingum, sum manna ungdómstingið, er Magnus Heinason Eysturoy.

 

Hann heldur, at hetta er ein fínur máti at vísa ungum, hvussu tað er at vera politikari og at vit eru eitt fólkaræði, sum tey eisini kunnu vera við í.

 

Hann heldur, at tað ljóðar spennandi at vera løgtingsmaður, men um tað verður ein lívsleið, hann sjálvur kundi hugsa sær, hevur hann ikki tikið avgerð um.

 

Anna Rein, løgfrøðingur í Løgtingsskrivstovuni, heldur eisini, at tað hevur týdning fyri fólkaræðið at vit hava ungdómsting.

 

Í næststíðstu og síðstu viku, vóru teir tríggir skúlanæmingarnir, Katrina Davidsen, Rannva Skaalum Petersen og Vinjar E. Petersen, í starvsvenjing í Miðlahúsinum.

 

Trýst á pílin undir myndinir og hoyr tey práta við løgfrøðingin og skúlanæmingin um ungdómstingið.