– Tað hevur verið eitt deiligt upplivilsi at vera í Føroyum aftur. Sjálvt um vit hava havt nakrar avbjóðingar við at koma fram, so hevur hetta verið ein av teimum heilt góðu ferðunum í Føroyum.
Soleiðis segði Margretha Drotning til tíðindafundin í Tinganesi áðni.
Ferðin hjá Drotningini er komin at enda, og nú fer hon til Danmarkar aftur aftaná eitt langt vikuskifti í Føroyum. Hon hevur vitjað nógvastaðni kring landið hesar seinastu dagarnar.
Hetta varð hon eisini spurd um til tíðindafundin - hvar fært tú alla orkuna frá, spurdi ein danskur journalistur. Drotningin viðurkendi, at hon er ikki heilt ung longur og kann tí ikki ganga í fjøllunum og sovorðið, sum hon einaferð kundi, men hon fegnast um, at hon enn kann koma til Føroya.
– Tað er deiligt at koma aftur til Føroya og enduruppliva nógv, men eisini at síggja nýggj ting. Og hitta føroyingar her í Føroyum. Eg havi veruliga glett meg til hesa ferðina, segði Margretha Drotning, sum hevur sæð nógv nýtt, síðan hon var her seinast í 2016.
– Tað er týðuligt, at Føroyar eru komnar upp í umdreyningar. Tað er deiligt at síggja, at tað gongur so væl í Føroyum. Man merkir optimismuna her uppi, segði Drotningin.
Margretha Drotning vónar at kunna koma til Føroya aftur.