Í desembur vóru stívliga 28.300 fólk til arbeiðis í Føroyum og tað er tað mesta nakrantíð í einum einstøkum mánaði. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Í desembur í fjør vóru sostatt 0,9 prosent fleiri fólk til arbeiðis enn tað vóru í desembur í 2021. Tað merkir, at talið á løntakarum veksur alsamt, men tað veksur ikki líka skjótt longur sum tað gjørdi áðrenn korona fór at ganga.
Tað leggjast bæði fleiri menn og kvinnur afturat løntakaraskaranum. Í desembur vóru um 14.600 menn og 13.700 kvinnur til arbeiðis. Sosatt er talið á monnum, sum arbeiða, 0,9 prosent størri í desembur í fjør enn fyri einum ári síðani, og hjá kvinnum er vøksturin 1,1 prosent.
Hagstovan sigur, at høvuðsorsøkin til, at talið á løntakarum veksur, er, at tað koma alsamt fleiri útlendingar til Føroya at arbeiða. Og tá ið tosað verður um útlendingar, er talan um fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar.
Í desembur í fjør vóru 250 fólk fleiri til arbeiðis enn í desembur í 2021. Av teimum eru 200 arbeiðfólk úr fremmandum londum. Í desembur høvdu sjey prosent av løntakarunum annan ríkisborgaraskap enn danskan. Í desembur í 2021 var talan um 6,3 prosent. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,5 prosent av løntakaraskaranum annan ríkisborgaraskap enn danskan
Tey flestu arbeiða í fiskivinnuni á landi á gistingarhúsum og hotellum, á alivirkjum og kryvjivirkjum og í húsarhaldum. Hetta seinasta árið er tað serliga talið á løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum er vaksið. Tey eru nú 3,6 prosent av løntakaraskaranum. Sama mánað í 2021 vóru tey 2,1 prosent.