Tað fær avleiðingar fyri Føroyar

Ein nýggj føroysk grundlóg skal halda seg til donsku grundlógina, annars fær tað avleiðingar

- Eg viðurkenni púrasta, at føroyingar hava rætt til at avgera sína lagnu sjálvir.

 

Tað staðfestir Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri. Men hann ger samstundis enn einaferð greitt, at taka føroyingar avgerðir, sum ikki eru í samsvari við grundlógina, fær tað avleiðingar fyri Føroyar, tí merkir, at so eru Føroyar á veg úr ríkisfelagsskapinum.

 

Danska fólkatingið hevur havt spyrjiløtu í morgun, og har spurdi Magni Arge, Fólkatingsmaður, forsætisráðharran um ætlanina hjá samgonguna at smíða eina nýggja stjórnarskipan.

 

Danski forsætisráðharrin sigur, at tað hava føroyingar fullan rætt til. Men vit eru í einum ríkisfelagsskapi, og skulu føroyingar verða verandi í ríkisfelagsskapinum, má tann føroyska stjórnarskipanin eisini vera í samsvari við grundlógina, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

- Taka føroyingar eina aðra avgerð, hava teir fullan rætt til tað, men tað fær avleiðingar, staðfestir Lars Løkke Rasmussen.