Skrápur, sum er hin gamli fuglurin, reiðrast í djúpum holum í moldbakka ella urðargróti.
Tá menn fóru at draga líra, høvdu teir vanliga við sær ein stívan jarntráð við króki í endanum, soleiðis at røkkast kundi inn í djúpu holuna, har lírin sat.
Einar 10-12 dagar eftir, at menn høvdu drigið líra, plagdu teir at taka líra við lykt á kvøldi, tí nú var ungin vorðin so mikið búgvin, at hann í myrkrinum byrjaði at koma út úr holuni.
Nú skuldu veingirnir roynast, tí skjótt skuldi ungin flúgva úr urðini, bakkanum ella rókini.
Skrápur reiðrast nógvastaðni í Føroyum, tó ikki í so stórum tali, sum eitt nú í Skúvoy, Sandoy, Stóru Dímun, Koltri, Trøllhøvda og ymsa aðrastaðni um landið.
##med2##
Nakað verður tikið av líra í ávísum oyggjum kring landið, og tað er neyvan at gera nøkrum órætt at siga, at skúvoyingar munnu vera teir, sum hava mesta fuglin.
Onkur líri, sum flýgur úr bakkanum í líratíðini um kvøldarnar, blendast av ljósi í bygd og bý og endar á vegnum millum gøtuljósini.











